Fekk úrslitið hann hevur bíðað eftir

Fekk úrslitið hann hevur bíðað eftir
Håkan Ericson hevur bíðað eftir einum stórum úrsliti, og tað kom í móti Turkalandi á Tórsvølli. - Hetta er besta avrikið undir mínari leiðslu, segði landsliðsvenjarin
25.09.2022 - 23:02

Landsliðsvenjarin ivaðist ikki. 

 - Hetta er besta avrikið, síðan eg gjørdist venjari hjá føroyska landsliðnum, segði Håkan Ericson eftir dystin.

Í fjør var landsliðið við monnum nær við at fáa javnleik ímóti bæði Skotlandi og Danmark, men hesaferð eydnaðist ikki bara at vinna, men at vinna uppiborið.

 - Í móti Danmark og Skotlandi verja vit væl, men í kvøld spæla vit harafturat góðan fótbólt. Tað fegnist eg um, segði landsliðsvenjarin.

Ágangandi spæl allan dystin

Serliga merkisvert í sigrinum á Turkalandi var ágangandi spælið hjá føroyingunum, sum trýstu útiliðið langt frammi á vøllinum ígjøgnum stórar partar av dystinum.

 - Vit tosaðu í hálvleikinum um, hvørt vit skuldu halda fram á sama hátt, og spælararnir søgdu, at tað vildu teir, og at teir fingu orku av aggressiva spæliháttinum, segði Håkan Ericson.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 1. februar
Akademia: Umhvørvisetikkur
203519
Leygardag 31. januar
Upp á tá - 300126
203537
Leygardag 31. januar
Jambalaja - 310126
203536
Leygardag 31. januar
Vikugesturin: Skommin er burtur
203530
Leygardag 31. januar
Vikan 31. januar 2026
203527
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 30. januar
Veðrið
203507
Hósdag 29. januar
Anna Maria 1807
203450
Hósdag 29. januar
Veðrið
203446
Mánadag 26. januar
Veðrið
203256