30 ár síðani svarta oktober

30 ár síðani svarta oktober
6. oktober 1992 verður róptur svarti oktober í søgu Føroya, tí tá fór landið av knóranum og túsundtals fólk noyddust at rýma av landinum
Úr sendingini "Flóttafólk"
Fróði Olsen og familjan noyddist at pakka saman og flyta av landinum, tá Føroyar fóru av knóranum og kreppa valdaði
05.10.2022 - 19:00

Tey villu 80ini endaðu við einum braki 6. oktober 1992, tá Sjóvinnubankin varð endurreistur av donsku stjórnini, og Føroyar settar undir umsiting.

Í fleiri ár valdaði djúp kreppa í Føroyum, sum rak túsundtals familjur av landinum.

Í sambandi við, at tað í morgin, hósdagin 6. oktober, eru 30 ár síðani svarta oktober, so sendir sjónvarpið hjá Kringvarpi Føroya fyrra part av nýggju sendirøðini "Flóttafólk". 

Sendirøðin "Flóttafólk" sigur bæði søguna um kreppuárini, men eisini søguna hjá nøkrum av teimum fólkum, ið endaðu sum føroysk flóttafólk. 

 

 

Flóttafólk 1:2
- svartur oktober
í sjóvnarpinum
hóskvøldið 6. okt. 
kl. 19.25

Dagmar Joensen-Næs og Jens Jákup Hansen gjørdu sendingina.

 

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 8. november
Guðstænasta í Viðareiðis kirkju
216081
Sunnudag 8. november
Filosofiskur 7. partur
216049
Leygardag 7. november
PLÁTUPANELIÐ #43 (1976)
216068
Leygardag 7. november
Jambalaja - 071126
216065
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083