Svarti oktober: Dagurin tá Føroyar fóru av knóranum

Svarti oktober: Dagurin tá Føroyar fóru av knóranum
VIDEO: Í dag eru 30 ár síðani Svarta oktober, tá Føroyar í roynd og veru fóru av knóranum og vórðu settar undir umsiting av donsku stjórnini og altjóða gjaldoyragrunninum, IMF
06.10.2022 - 16:02

Týsdagurin 6. oktober 1992 verður til allar tíðir eitt myrkt vegamót í Føroya søgu. 

Øll, ið eru nóg gomul til at minnast dagin, minnast hann. 

Tað var dagurin, tá Føroyar fóru av knóranum fíggjarliga, og føroyska samfelagið varð sett undir umsiting av donsku stjórnini og altjóða gjaldoyragrunninum, IMF. 

 

Har ein skriðja er lopin

Danska bankaeftirlitið fekk skriðjuna at leypa. 

Bankaeftirlitið kravdi, at stóru føroysku bankarnir, Føroya Banki og Sjóvinnubankin, avskrivaðu munandi meira, enn teir frammanundan gjørdu. 

Eitt nú bleiv virðið av øllum húsalánum nógv niðurskrivað. 

 

Biddaragonga í Keypmannahavn

Í fyrstu atløgu løgu bjargaði Danske Bank, sum var móðurfelagið hjá Føroya Banka, Føroya Banka, meðan Sjóvinnubankin einki móðurfelag hevði og noyddist tí at fara til landsstýrið at biðja um hjálp. 

Atli Dam, løgmaður, og Jógvan Sundstein, landsstýrismaður í fíggjarmálum, noyddust við sjógv á baki niður til Keypmannahavnar á eitt slag av biddaragongu, fyri at biðja um hjálp til at bjarga Sjóvinnubankanum, tí annars var vandi fyri, at føroyska samfelagið steðgaði fullkomiliga upp. 

Vikuskiftið áðrenn týsdagin 6. oktober fundaðust teir báðir fyrst við Poul Schlüter, forsætisráðharra, og bóðu hann um at lána Føroyum 200 milliónir krónur, sum skuldi brúkast til at bjarga Sjóvinnubankanum. 

Poul Schlüter og danska stjórnin søgdu seg í fyrstu atløgu ikki kunna hjálpa Føroyum, so Atli Dam, løgmaður, og Jógvan Sundstein, landsstýrismaður í fíggjarmálum, fóru víðari til Danska tjóðbankan. 

 

Pest ella kolera

Heldur ikki Danski tjóðbankin segði seg kunna hjálpa føroyingunum, sum so hildu leiðina yvir aftur til Poul Schlüter, forsætisráðharra. 

Tá lá eitt uppskot til eina avtalu fyri teimum, sum í roynd og veru setti Føroyar um umstiting móti, at Danski tjóðbankin lándi Føroyum 300 milliónir krónur at bjarga Sjóvinnubankanum við. 

"Tað var eitt val millum pest ella kolera," staðfesti Jógvan Sundstein, landsstýrismaður í fíggjarmálum, sum saman við løgmanni segði seg ikki hava annað val enn at skriva undir. 

 

Undir umsiting

Fyri at lána Føroyum pengarnar, so skuldi danska stjórnin velja tríggjar av fimm limum í nýggjum grunni, sum skuldi stovnast at stýra Føroyum gjøgnum kreppuna.

Eitt nýtt fíggjarlógaruppskot skuldi gerast fyri 1993, sum skuldi vera realistiskt og javnviga.

Og so skuldu Føroyar eisini fylgjan einum fimm mánaðar langum búskaparpolitiskum stabiliseringsprogrammi, sum IMF skuldi snikka saman. 

Úrslitið var, at túsundtals føroyingar noyddust at rýma av landinum undan arbeiðsloysi og húsaskuld, ið teir ikki megnaðu at gjalda. 

 

Sjónvarpsrøð um kreppuna

Í kvøld eftir Dag og viku og formansorðaskiftið sendir Kringvarp Føroya fyrra part av tveimum í sjónvarpsrøðini "Flóttafólk", ið snýr seg um fíggjarkreppuna í 1992 og avleiðingarnar av henni. 

 

Flóttafólk 1:2
- svartur oktober
í sjóvnarpinum
í kvøld 6. okt. 
kl. 19.25

Sendingin sæst eisini her

Dagmar Joensen-Næs og Jens Jákup Hansen gjørdu sendingina.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 19. apríl
Vikuskiftið 19 apríl 2024
173966
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Fríggjadag 19. apríl
Góðan morgun Føroyar
173942
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Fríggjadag 19. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 19. apríl 2024
173396
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887