Friedrich Merz ætlar at skipa stjórn saman við SPD

Friedrich Merz ætlar at skipa stjórn saman við SPD
Samgongusamráðingarnar byrja í næstu viku
Friedrich Merz, sum verður nýggjur kanslari í Týsklandi, sigur, at hann ætlar at skipa stjórn saman við sosialdemokratunum, sum tapu valið í gjár.
Mynd: AFP/Ritzau Scanpix  
 
24.02.2025 - 15:58

Friedrich Merz, formaður í CDU, sum vann týska valið í gjár, ætlar at skipa samgongustjórn saman við sosialdemokratiska flokkinum,  SPD.

Tað segði hann á tíðindafundi seinnapartin.

Samráðingar við SPD byrja eftir ætlan í næstu viku.

CDU og SPD hava meiriluta í samveldistinginum eftir valið í gjár.

- Ein svørt-reyð samgonga er tað, sum vit ætla, sigur Friedrich Merz.

 

Fráfarandi kanslarin, Olaf Scholz. (Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix)

 

Hann fer seinni í dag at hitta leiðsluna í SPD, og evnini á fundinum vera uttanríkis- og trygdarpolitikkur, innflytarar og búskapur.

- Hóast stórir trupulleikar eru í landinum, vænti eg, at tað fer at eydnast at finna loysnir, sigur Friedrich Merz, sum verður nýggjur kanslari eftir sosialdemokratin, Olaf Scholz.

SPD fekk bara góð 16 prosent av atkvøðunum á valinum í gjár, og tað er ringasta valúrslitið hjá flokkinum yvirhøvur.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 30. apríl
Breddin: Arbeiðarafeløgini og 1. mai
207756
Mikudag 29. apríl
Mono 290426 - 5. sending
207733
Mikudag 29. apríl
Skratsj 29. apríl 2026
207718
Mikudag 29. apríl
Eitt korter við klassiskum
207717
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 29. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
207708
Týsdag 28. apríl
Veðrið
207687
Mánadag 27. apríl
Veðrið
207632
Sunnudag 26. apríl
Guðstænasta úr Sandavágs kirkju
207572
Fríggjadag 24. apríl
Hallucination
207204