Eftir 1-1 ímóti Kosovo: Patrik váttar skiftið til Breiðablik

Eftir 1-1 ímóti Kosovo: Patrik váttar skiftið til Breiðablik
Fyrr í dag skrivaðu íslendskir miðlar, at landsliðsframherjin, Patrik Johannesen, er á veg til íslendska meistaran Breiðablik. Tað váttaði hann eftir 1-1 javnleikin í Pristina
19.11.2022 - 21:12

Bert læknakanning og undirskrift manglar, áðrenn Patrik Johannesen kann kalla seg Breiðablik-spælara.

Fyrr í dag skrivaðu íslendskir miðlar, at føroyski framherjin, sum hevur staðið seg væl í ár í felagi sínum, Keflavík, er á veg til íslendska meistaraliðið, og eftir 1-1 javnleikin í venjingardystinum ímóti Kosovo váttaði Patrik Johannesen skiftið.

 - Teir hava lagt fleiri boð inn í hálvanannan mánaða nú, og nú eru feløgini so blivin samd. Vit eru samd um tað persónliga, so nú er tað bara læknakanningin og undirskrift sum mangla, segði Patrik Johannesen, sum byrjaði inni í dag.

Breiðablik skal sambært íslendskum miðlum gjalda eina góða hálva millión fyri føroyska landsliðsspælaran, sum eisini ætlar sær eitt gott landsliðsár í 2023.

 - Eg havi sjálvandi ambitiónir um at verða verandi á liðnum. Eg havi verið eitt sindur út og inn, men vónandi fer skiftið at hjálpa mær at koma longur inn á landsliðið, segði Patrik Johannesen.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
Norðurljóð 26.oktober 2026
214433
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329