- Tíðindi, mentan og ítróttur
Breddin: Val í Ísrael og ársfundur í Norðurlandaráðnum

Ísraelar skulu í dag gera av, hvør skal sita í teimum 120 sessunum í ísraelska tjóðartinginum, Knesset, næstu fýra árini.
Hetta er fyrsta tjóðartingsvalið í Ísrael síðan álopið 7. oktober í 2023. Hvat merkir tað?
Hvat snýr hetta fyrsta valið seg um? Og megnar Benjamin Netanyahu, forsætisráðharri, at halda fast í valdinum undir øktum trýsti innanhýsis og uttanhýsis?
Tað spyrja vit í seinnu helvt av Breddanum í dag.
Vit tosa við føroyska sendimannin í Ísrael, Petur Petersen.
Men fyrst verður farið til Finnlands, har Norðurlandaráðið hevur ársfund. Hetta er fyrsti ársfundurin, síðani Føroyar, Grønland og Áland fingu fastan sess í formansskapinum í Norðurlandaráðnum.
Breddin klokkan 10.



























