- Tíðindi, mentan og ítróttur
Bolsonaro fingið forboð fyri at fara úr landinum

Flávio Bolsonaro, sum tapti forsetavalið í Brasil fyri Lula da Silva, hevur fingið forboð fyri at fara úr landinum og fingið boð um at lata passini frá sær, nú hann hevur verið kannaður fyri at hvítvaska pening.
Dómarin í hægstarætti, Alexandre de Moraes, hevur givið boð um, at passini hjá Bolsonaro, eisini diplomatpassið, verða ógildað og latin inn innan 24 tímar, skrivar tíðindaheimasíðan G1.
45 ára gamli senatorurin og advokaturin, Willer Tomaz, verður kannaður fyri møguliga at hava hvítvaskað pening og fyri ólógliga at hava flutt pening uttanlands.
Løgreglan kannar millum annað, um Bolsonaro hevur havt fíggjarlig áhugamál í happadráttarvirksemi, sum hevur tilknýti til advokatin.
Báðir nokta seg sekar.
Bolsonaro hevur eisini fingið forboð fyri at seta seg í samband við sakførara sín.
Hevur ongantíð ætlað sær av landinum
- Eg havi ongantíð umhugsað at fara úr landinum. Eg fari at lata teimum passini hjá mær og stríðast ímóti hesum vitloysi, sum er greið roynd at ræða meg, sigur Bolsonaro í einum sjónbandabroti.
Hann heldur, at avgerðin hevur samband við útsagnir hjá beiggja sínum, Eduardo, sum býr í USA, sum undan valinum segði, at hann fór at stuðla Flávio, um hann vildi fara úr Brasil, tapti hann valið.
Bolsonaro er eisini kannaður í einum øðrum máli um mutur og hvítvasking í sambandi við fígging til filmin "Dark Horse".
Filmurin snýr seg um pápa hansara, fyrrverandi forsetan, Jair Bolsonaro.
Sunnudagin tapti Flávio Bolsonaro forsetavalið fyri sitandi forsetanum, Luiz Inácio Lula da Silva, sum fekk 51,8 prosent av atkvøðunum.
Bolsonaro fekk 48,2 prosent av atkvøðunum.




























