Skeiv tøl frá Árna Skaale

Skeiv tøl frá Árna Skaale
Tað vóru tøl frá Faroe Agency, sum livir av at samstarva við russar, ið Árni Skaale brúkti at greiða frá virðinum av russlandsavtaluni. Ráðið hevði givið honum onnur tøl
01.12.2022 - 19:41

Avtalan við Russland um fiskiskap í Barentshavinum er verd 1,2 milliardir krónur ella fimm prosent av BTÚ. Tað hevur verið boðskapurin hjá Árna Skaale, landsstýrismani í fiskivinnumálum.

Vit hava spurt Fiskimálaráðið um grundarlagið undir hesi meting og útsøgn hjá landsstýrismanninum. Til tað svarar Rógvi Reinert, aðalstjóri í Fiskimálaráðnum, at ráðið sum fakráð ikki stendur aftan fyri upplýsingarnar. Men hann svarar eisini, hvaðani upplýsingarnar hjá landsstýrismanninum koma.

Landsstýrismaðurin hevur sambært aðalstjóranum tølini frá Karl Erik Reynheim, stjóra í Faroe Agency, sum livir av at samstarva við russar, og sum eisini hýsir russiska konsulatinum í Føroyum. Hann skrivar í einari grein 24. oktober, at samstarvið við Russland er vert 1,2 milliardir um árið. Og aðalstjórin sigur, at hetta er grundarlagið, sum landsstýrismaðurin hevur brúkt til útsagnirnar, men at ráðið ikki hevur rátt honum til at gera tað.

Ein landsstýrismaður er ein embætismaður, og hann virkar bæði eftir fyrisitingarlóg og lógini um ábyrgd landsstýrismanna, sum sigur, at hann í øllum førum fyri tinginum eigur at bera rættar upplýsingar.

Hans Ellefsen, sum er búskaparfrøðingur, er ósamdur við landsstýrismannin um útsagnirnar. Men tað áhugaverda er, at tað er júst hann, ið hevur ráðgivið landsstýrismanninum. Tí vit hava spurt aðalstjóran, um ráðið hevur gjørt nakra meting til landsstýrismannin um virðið av russlandsavtaluni. Tað hevur ráðið, og ráðið hevur sent okkum metingina. Men av samráðingartaktiskum orsøkum er strikað við svørtum út yvir allar búskaparligar metingar. Men skjalið er undiskrivað tann 17. oktober av Hans Ellefsen. Hetta var meira enn ein mánað áðrenn, at landsstýrismaðurin tosaði við DR um tey fimm prosentini. Lat okkum hoyra, hvat Hans Ellefsen sigur.

So koma vit aftur til landsstýrismannin. Eftir, at vit høvdu greitt honum frá, at vit fóru at siga frá hesum í kvøld, játtaði hann fyri lítlari løtu síðani at stilla upp til samrøðu. Lat okkum hoyra, hvat hann hevur at siga.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
Norðurljóð 26.oktober 2026
214433
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329