Børnini velja eisini

bannari
Børnini velja eisini
Tað snýr seg um at finna góðu vallyftini fram, skalt tú vinna atkvøðurnar, sum børnini í skúlanum í Nólsoy høvdu við sær á býarbókasavnið, tá tey fóru á barnaval
0 seconds of 0 secondsVolume 90%
Press shift question mark to access a list of keyboard shortcuts
00:00
00:00
00:00
 
08.12.2022 - 13:45

- Løgtingsvalið fyllir so nógv beint nú, at børnini sjálvandi eisini verða ávirkað av tí. Soleiðis sigur Malan Hilmarsdóttir, savnsvørður á barnabókasavninum í Havn.

Ymsu valevnini, sum standa fyri vali, hava hvør sína plakat við einum vallyfti á. Síðan er tað upp til børnini, hvat av valevnunum teimum dámar best, og hvat vallyfti ljóðar mest freistandi.

Valið gongur fyri seg á sama hátt, sum tað ger hjá teimum vaksnu, við atkvøðuseðli, kliva við gardinum fyri og greiðari kunning um, hvussu tú tryggjar tær, at tín atkvøða telur við, tá talt verður saman.

Hetta er ikki fyrsta ferðin, val er á barnabókasøvnunum, men ikki eru tey nógv, sum stilla upp fleiri ferðir. Til dømis stillar ein av atkvøðuslúkunum frá seinasta vali, Pippi Smokkuleggur, ikki upp aftur í ár. 

Úrslitið av barnavalinum væntast at verða almannakunngjørt í morgin 9. desember.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 28. mai
Ein dagur í Nuuk - teknmálstulkað
192506
Mikudag 28. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
192491
Týsdag 27. mai
Veðrið
192469
Týsdag 27. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
192266