Jólamenninir høvdu ikki gloymt barnahetjurnar

Jólamenninir høvdu ikki gloymt barnahetjurnar
Jólamaðurin Julius og Rógvi tóku barnahetjurnar Lilly Fríðudóttir og Lydiu Victoriu Absalonson á bóli í jólasendingini "Meðan vit bíða"
Meðan vit bíða / Eyðun Muller Thomsen
Julius og Rógvi vitjaðu Lilly Fríðudóttir og Lydiu Victoriu Absalonsen á Viðareiði
25.12.2022 - 22:54

Jólamenninir høvdu ikki gloymt børnini, sum í 2022 vórðu heiðrað av Reyða Krossi Føroyar fyri at hava bjargað lívi. 

Ein góðveðursdag á vári 2021 spældu tær tá sjey og átta ára gomlu Lilly Fríðudottir og Lydia Victoria Absalonsen av Veiðareiði uttanfyri.

Brádliga síggja tær, at fýra ára gamla systkinabarnið, Bjørk, sum var komin úr Danmark til Viðareiðis at ferðast, var dottin í ein djúpan hyl í ánni.


Lilly Fríðudóttir og Lydia Victoria Absalonsen (Mynd: Meðan vit bíða / Eyðun Muller Thomsen)

 

Røsku smágenturnar bóru skjótt at. 

Meðan Lilly rann inn eftir pápa sínum, helt Lydia Victoria høvdinum á Bjørk uppi yvir vatnskorpuni, tí hon orkaði ikki at fáa hana upp úr ánni.

Ein hending, sum kundi havt endað ólukkuliga, endaði væl, tí at genturnar vóru so árvaknar.

Afturfyri fingur tær báðar "Ársins barnaheiður" frá Reyða Krossi Føroyar.

Um jólini fingu Lilly og Lydia Victoria eisini vitjan av jólamanninum Juliusi og Rógva. 

Innslagið var partur av sendingini "Meðan vit bíða", ið varð send í sjónvarpinum jólaaftan. 

Í sendingini "Meðan vit bíða" vitja Julius og Rógvi eisini Julian Niclassen og Dánjal Leo, sum í 2022 eisini fingu heiðurbræv fyri at hava ávarað um, at ein lastbilur, sum var á veg inn í Leirvíkstunnilin, koyrdi við krananum uppi. Teir fingu fatur á eigaranum, sum fekk steðgað føraranum. 


Dánjal Leo og Julian Niclassen (Mynd: Meðan vit bíða / Eyðun Muller Thomsen)

 

"Meðan vit bíða" sæst á barnasíðu Kringvarpsins, ið eitur VIT

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 19. desember
Vikuskiftið 19 des 2025
201783
Fríggjadag 19. desember
RagnarRokk: Peavy Wagner um A New World Rising
201758
Fríggjadag 19. desember
Beinleiðis úr Studio 5 - Magni Christiansen
201750
Fríggjadag 19. desember
Morgunlestur fríggjadagur 19.desember 2025
200538
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. desember
Veðrið
201780
Fríggjadag 19. desember
Vigdís 4:4 - teknmálstulkað
201775
Fríggjadag 19. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201757
Hósdag 18. desember
Veðrið
201723
Hósdag 18. desember
Christian Matras (2:2)
201717