Nýggj kunngerð um fýrverk sett í gildi í fjør

Nýggj kunngerð um fýrverk sett í gildi í fjør
Fyri vanligt fýrverk er eingin broyting hend. Men fyri at kunna keypa sterkt og meiri vandamikið fýrverk krevst eitt skeið og eitt prógv. Í ár er ætlanin at kanna øll sølustøð
 
19.12.2025 - 18:21

Fýrverk er ikki bara fýrverk. Nú hava vit eisini brúkarafýrverk, pallfýrverk og virkisfýrverk. Og vit hava eisini veitslufýrverksmeistara og pallfýrverksmeistara.

Nýggj kunngerð um fýrverk kom í fjør og eftir eina tillagingartíð verður av álavara eftirlit við sølustøðum og fýrverksgoymslum í ár.

Men áðrenn øði kemuri lurtaran, skal sigast, at tú og eg framvegis kunnu keypa vanligt fýrverk í sølubúðunum. Tað veri seg familjupakkar, størri rakettir og smærri battaríir.

Sum nú er, ber til binda fýra battaríir, sum hava 500 gramm av krúti, saman, men fer nøgdin av krúti upp um tvey kilo, krevst at ein veitslufýrverksmeistari hevur ábyrgdina.

Fyri at vera veitslufýrverksmeistari krevst eitt skeið og eitt prógv. Herfyri var eitt skeið hildið í Klaksvík. Trý fólk frá danska Trygdarstýrinum lærdu frá sær. 
Stívliga 20 fólk vóru á skeiðnum og øll fingu prógv. 

Talan var bæði um privat fólk - eitt nú frá eigarafeløgum - og fólk frá kommunum. Nýtt skeið verður hildið um páskirnar. Tað er um at vera fullteknað. Kostnaðurin er 13.600 kr.

Eftir nýggju kunngerðini er fýrverk bólkað í fýra bólkar frá F1 til F4. Bólkarnir F1 og F2 fevna um vanligt fýrverk frá stjørnukastarum til størru rakettirnar, eins og smærru battaríir.

Bólkarnir F3 og F4 fevna um sterkari fýrverk við meðalstórum vanda, og fýrverk við stórum vanda, ið bert er ætlað veitslufýrverksmeistarum at brúka, sum sagt verður í kunngerðini. Fýrverk í hesum vandabólkunum verða ikki selt í smásølu. Tað skal bíleggjast og prógv skal vísast, tá tað skal útflýggjast.

Harafturat eru aðrir bólkar, sum vit ikki umrøða her.

Tillagingartíðin er um at vera liðug, og í ár er ætlanin at hava eftirlit á øllum sølustøðum og á øllum fýrverksgoymslum.

Fyri at kunn selja fýrverk, skal seljarin hava loyvi frá politinum, sum eisini hevur eftirlit við sølustøðunum og hvussu tað verður brúkt.

Strangar reglur eru um handfaring og goymslu fyri at avmarka skaðar.

Arbeiðs- og brunaeftirlitið hevur eftirlit við goymsluni hjá innflytarunum, merking, handfaring og innflutningi.

Og kommunu myndugleikin - oftast tilbúgvingin - hevur eftirlit við fýrverksgoymslunum í smásøluliðnum.

Eftir ætlanini fara fólk frá Arbeiðs- og brúnaeftirlitinum saman við kommunala myndugleikanum og politinum at kanna sølustøð kring alt landið eftir jólini um loyini eru fingin, og um merkingin og sølustøðini lúka ásetingarnar í kunnugerðini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 18. september
Vikuskiftið 18 sept 2026
213496
Fríggjadag 18. september
LEITISSTEIN 18.09.2026 (Regin Guttesen)
213490
Fríggjadag 18. september
Breddin: Sjúk mentan í løgtinginum?
213475
Fríggjadag 18. september
RagnarRokk: Stone Statues um Nothing Is Ever Over
212904
Fríggjadag 18. september
Beinleiðis úr Studio 5 - Lea Eyðbjørg
213464
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493
Fríggjadag 18. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213473
Hósdag 17. september
Veðrið
213424
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303