- Tíðindi, mentan og ítróttur
Derhard Jógvansson, prestur: "Fingrarnir gera ikki tað, ið sinnið biður um"

Derhard Jógvansson, prestur, leggur ikki fingrarnar ímillum.
"22 ár uttan at nerta ein elgittara merkist," ásannar sóknarpresturin í Suðurstreymoyar vestara prestagjaldi.
"Sjálvur veit eg, hvussu fingrarnir eiga at flyta seg á gittaranum, men fingrarnir vilja ikki heilt gera tað, sum sinnið biður teir um."
Á pallin fyrstu ferð síðan 2003
Í nítiártunum, tá Derhard Jógvansson, prestur, var ein ungur maður og enn æt Olsen til eftirnavn, spældi hann gittar í grungerokkbólkinum Visible Fish.
Bólkin mannaði Derhard saman við Eileri Hansen, ið eisini spældi gittara, Boga á Lakjuni á bassi, Ásbirni Berthelsen á trummum, og Peturi Pólsyni á sangi. Petur æt forrestin Jensen til eftirnavn tá.
Nú skipað verður fyri fagaðarkonsert fyri Peturi Pólsyni í Løkshøll 17. januar, fer Visible Fish aftur á pallin fyri fyrstu ferð síðani 2003.
Petur Pólson, Ásbjørn Berthelsen og Derhard Jógvansson tíðliga í nítiárunum, tá Visible Fish júst var stovnaður og enn kallaðist Visibility (Privat mynd)
LES EISNI: Fagnaðarkonsert fyri Petur Pólsyni
Saman við gestasangarum
Derhard Jógvansson greiðir frá, at tað er umleið eitt ár síðani, at teir í Visible Fish blivu spurdir, um tað ikki var eitt hugskot at skipa fyri eini fagnaðarkonsert fyri Peturi, sum seinnu árini hevur fingið heilsuavbjóðingar eftir ein blóðtøpp.
"Tað hildu vit sjálvandi, og síðani hevur verið arbeitt við at skipa fyri hesi konsertini. Visible Fish er tó bert ein bólkur ímillum fleiri bólkar og artistar, sum vera við til konsertina. Eiler, Ásbjørn, Bogi og eg fara at spæla tveir Visible Fish-sangir saman við gestasangarum til konsertina."
Visible Fish fullmannaður í 1992, f.v.: Ásbjørn Berthelsen, Petur (Jensen) Pólson, Bogi á Lakjuni, Derhard (Olsen) Jógvansson og Eiler Hansen (Privat mynd)
Stovnaður við Gøtugjógv
Visible Fish bleiv stovnaður á vetri 1992 í Studentaskúlanum við Gøtugjógv. Ja, einaferð lá studentaskúlin, sum í 1994 bleiv fluttur til Kambsdalar, og í dag er partur av Miðnámi á Kambsdali, við Gøtugjógv.
Derhard Jógvansson, ið er ættaður úr Saltangará, og gøtumaðurin Eiler Hansen gingu í flokki saman, og báðir spældu teir gittara. Tískil var lag á manni at stovna ein tónleikabólk.
"Sjálvur veit eg, hvussu fingrarnir eiga at flyta seg á gittaranum, men fingrarnir vilja ikki heilt gera tað, sum sinnið biður teir um."
Derhard Jógvansson, prestur
Gøtumaðurin Petur Pólson, ið hevði gingið í flokki oman fyri teir við Gøtugjógv, og longu var smákendur sum yrkjari, játtaði at vera sangari í nýstovnaða bólkinum.
Peturi á baki kom strandingurin Ásbjørn Berthelsen uppí at spæla trummur, og stutt eftir hann fuglfriðingurin Bogi á Lakjuni, sum tá spældi bass.
Petur Pólson og Bogi á Lakjuni vóru seinni við til at stovna legendariska bólkinum Clickhaze, ið kollvelti føroyska tónleikapallin, men tað er ein onnur søga.
Derhard Jógvansson, prestur, á gittaranum og Bogi á Lakjuni á bassinum til eina konsert í Losjuni við Gøtugjógv (Privat mynd)
Visibility
Derhard Jógvansson, prestur, minnist aftur á tíðina í nítárunum við Visible Fish við stórari gleði.
"Tað var ein framúr góð tíð. Í fleiri ár hittust vit stórt sæð hvønn leygardag fyri at spæla saman í einar seks til sjey tímar. Vit vóru nokk so inspireraðir av garrvillum 80-ára heavy metal. Tað gjørdist eisini tónleikastílurin, ið vit spældu fyrstu tíðina, tá vit eisini brúktu navnið Visibility, sum hevði eitt sindur av 80-ára metal yvir sær," greiðir Derhard frá.
"Tað var ein framúr góð tíð. Í fleiri ár hittust vit stórt sæð hvønn leygardag fyri at spæla saman í einar seks til sjey tímar. Vit vóru nokk so inspireraðir av garrvillum 80-ára heavy metal."
Derhard Jógvansson, prestur
Upprunaliga varð vant umborð á aldargomlu sluppini Høganes, ið lá við bryggju í Runavík, og hvørs last var umbygd til ein konsert- og mentanarpall, ið hýsti alskyns konsertum og mentanartiltøkum.
Høganes gjørdist eisini reiðrið hjá fleiri lokalum orkestrum, eitt nú Enekk og Wolfgang, ið var upphavið til Týr.
"Vit vandu eisini í Glyvra Bio, í Læraraskúlanum, tá Ásbjørn og Petur lósu til lærara, og síðani í Losjuni við Gøtugjógv."
Kanska tann best Grót-sliga myndin nakrantíð. Visible Fish spælir konsert, meðan áhoyrarar sita og lurta (Privat mynd)
Í dag eru hvørki Høganes ella Glyvra Bio til meira, meðan Læraraskúlin verður bygdur um til kampus.
Men Losjan við Gøtugjógv, ið var vøggan hjá Gróti og G! festivalinum, stendur har enn, og har spældi Visible Fish eisini fleiri konsertir.
Grunge broytti alt
Tónleikastílurin hjá Visible Fish broyttist grundleggjandi, tá grungerokkurin byrjaði at gera um seg í Seattle, minnist Derhard Jógvansson, prestur. Hetta sást eisini aftur í, at bólkurin fekk sítt eyðkenda navn.
"Vit vóru sera hugtiknir av eitt nú Pearl Jam, Soundgarden, Stone Temple Pilots og Alice in Chains, fyri at nevna nøkur fá nøvn. Navnið Visibility hóskaði seg tí ikki longur, tí tað var snøgt sagt ikki nóg grunge. Tískil bleiv tað til Visible Fish. Veit ikki ordiliga hví ella hvussu tað júst hendi, men mestur ein av døgunum, vit hava vant saman. Tað er tó rættiliga umboðandi fyri sermerkta humorin í bólkinum."
Petur Pólson, sum um hetta mundið æt Jensen til eftirnavn, í eyðkendum stíli á odda fyri Visible Fish á konsert í Losjuni við Gøtugjógv (Privat mynd)
Visible Fish gjørdist skjótt partur av alternativa tónleikapallinum í Føroyum við bólkum sum Mold, MC-Hár, Present Past, Sox og øðrum.
Umvegis fylgisveinasjónvarp og MTV høvdu hesir bólkar eisini tunað seg inn á grungebylgjuna úr Seattle, og tað hoyrdist aftur á føroyska tónleikapallinum og á útgávuni "Rock í Føroyum", sum Tutl gav út.
Fann sín stíl í 1997
Sambært Derhardi Jógvanssyni, presti, so fann Visible Fish sítt egna ljóð ella stíl umleið 1997.
"Kanska skrivaðu vit tá sangir, sum vit í størri mun vóru glaðir fyri. Inspiratiónin kom tá frá bólkum sum U2, King's X, Kent og øðrum."
Visible Fish luttók eisini í tveimum Prix Føroyum-kappingum í seinnu helvt av nítiárunum - í 1997 og 1999.
Í 1997 var bólkurin við í fyrsta umfarinum í Klaksvík, har lokalir bólkar sum Aria, Dynamit og I Am luttóku saman við Mark No Limits við einum blaðungum og lespandi Teiti Lassen á odda.
Ikki óvæntað vóru tað heitastu poppnøvnini um hetta mundið, Aria og Mark No Limits, ið vunnu seg víðari í finaluna, og Mark No Limits endaði við at vinna Prix Føroyar hetta árið.
Ein ungur Derhard Jógvansson við gittaranum í hendi, meðan fingrarnir enn gjørdu, sum hann ynskti (Privat mynd)
Prix Føroyar-finalan 1999
Í 1999 eydnaðist tað Visible Fish at spæla seg í Prix Føroyar-finaluna í Norðurlandahúsinum.
Í øðrum umfarinum, sum bleiv hildið 20. februar á Strondum, luttóku bólkarnir Visible Fish, Ipkiss, Diatribes, Daybreak, Artis, Siesta, Feedback og Wild Child.
Endin var, at Diatribes og Visible Fish komu víðari.
Í sjálvari Prix Føroyar-finaluni 21. apríl 1999 luttóku, umframt Diatribes og Visible Fish, eisini bólkarnir Tangz, Kjølar, Taxi, MC-Hár, Flux og Clickhaze, har Petur Pólson og Bogi á Lakjuni eisini spældu við.
Taxi við Kim Hansen vann Prix Føroyar í 1999, meðan Kjølar endaðu á øðrum plássi framman fyri MC-Hár á triðja plássi.
Gospel ella ikki gospel?
Stóra spurningurin um Visible Fish hevur til allar tíðir verið, um talan var um ein gospel-bólk ella ikki?
Hetta gav at bíta, tá bólkurin útgav fløguna "Doing Lounge Jesus" í 1998.
"Vit eru eingin gospel-bólkur," stóð í yvirskriftini í grein í Sosialinum frá tíðindafundinum í Café Natúr, sum bólkurin skipaði fyri í sambandi við útgávuna.
"Men vit eru ein rokkbólkur. So er tað sligið fast við sjeytummaseymi keyptur frá Havnar timburhandli," søgdu limirnir í bólkinum.
"Orsøkin til, at vit hava luttikið á ymsum gospelkonsertum er, at vit allir hava tilknýti til ymsar samkomur," vísti Eiler Hansen á í greinini.
Visible Fish við einum blaðungum Jens L. Thomsen sum avloysara á bassinum spælir konsert í Meinigheitshúsinum í Havn einaferð í nítiárunum
Sóu okkum sjálvar sum U2
Derhard Jógvansson, prestur, skilir væl, at spurningurin um, hvørt Visible Fish var ein gospel-bólkur ella ikki var uppi og vendi.
"Fyrstu árini trilvaðu vit eitt sindur fram bæði hvat viðvíkur tónleikastíli og 'definitión' av, hvat fyri slag av bólki, vit vóru. Sum árini gingu, so hugsaðu vit um Visible Fish meira sum ein rokkbólk mannaðan við andaligum monnum, enn ein andaligan rokkbólk. Altso ikki so nógv ein gospelbólk, men ein bólk, ið eisini framførdi kristiligt tilfar. U2 var ein av okkara stóru fyrimyndum. Eg kalli ikki U2 ein gospelbólk, men ein kristiligur boðskapur er týðiligur í fleiri av teirra sangum. Kanska kann ein siga, at í definitión sóu vit okkum sjálvar sum U2. Gevur tað meining?" spyr Derhard Jógvansson.
Nógvur rustur skal bankast
Derhard Jógvansson, prestur, ásannar, at tað er nógvur rustur, ið skal bankast av, áðrenn teir fara á pallin í Løkshøll 17. januar í sambandi við fagnaðarkonsertina fyri Peturi Pólsyni.
"Vit hava ikki spælt saman - hvørki á palli ella til venjing - síðani 2003, hugsi eg, og tað merkist, nú vit hava vant saman tvær ferðir. Men tað er ein feit kensla at hittast aftur og spæla tónleik saman aftur. Tónleikurin er eitt, men felagsskapurin, vit høvdu øll árini, vit spældu, var nakað serligt. Og felagsskapurin vísir seg at vera júst tann sami, og tað er serligi Visible Fish-humorurin eisini. So jú, sera stuttligt og ríkt at spæla tónleik saman aftur eftir so nógv ár."
Derhard Jógvansson dugir tó ikki at siga, um hetta er startskotið til, at Visible Fish fer at spæla saman aftur.
"Tað er ikki tað, vit hugsa ella hava tosað um. Vit hittast nú bert fyri at venja hesar báðar sangirnar, vit skulu spæla til fagnaðarkonsertina fyri Peturi."
Visible Fish í sambandi við upptøkurnar til band, ið ongantíð varð útgivið, uppi á loftinum hjá P/F Esmar Simonsen á Kambsdali á sumri í 1996. Gev gætur, at ein blaðungur Jens L. Thomsen loysir Boga á Lakjuni av á bassinum (Privatmyndir)



































