Fyrimyndin 2022: - Eg sovni við Víkingi og vakni við Víkingi

Fyrimyndin 2022: - Eg sovni við Víkingi og vakni við Víkingi
Hanna Erlingsdóttir Olsen brúkar óteljandi tímar í Sarpugerði. Hon hevur síðstu 15 árini havt alskyns uppgávur í Víkingi, men serliga kvinnufótbólturin er henni kærur.
16.01.2023 - 20:31

Hon er sum oftast at síggja á vøllinum í Sarpugerði.

Júst hetta kvøldið venur Hanna Erlingsdóttir Olsen U13-genturnar hjá Víkingi, og tær geva henni gott skoðsmál.

 - Hon er øgiliga fitt, og um tú gert okkurt skeivt, so hjálpir hon til við at rætta upp á tað, sigur Hjørdis Tórsdóttir Djurhuus.

 - Men hon vil eisini gjarna hava tingini ordilig, leggur liðfelagin, Miriam Stauss afturat.


Kvinnufótbólturin er henni kærast

Hetta lýsir í roynd og veru Hannu væl, siga tey, sum fáa ágóðan av at hava hana í Víkingi, har Hanna hevur verið nevndarlimur í øll 15 árini, síðan felagið var stovnað.

 - Hon er ótrúliga fitt og løtt at vera saman við. Hon er øgiliga seriøs í tí, sum hon ger, og so er alt bara gjørligt, sigur Brandur Jacobsen, formaður í Víkingi. 

Farna árið hevur Hanna verið høvuðungdómssvenjari hjá gentunum í felagnum, og tað ber í sær alskyns uppgávur. Hon venur, samskipar, keypir inn, ger kaffi og møtir upp til fundir, men yvirhøvur er tað kvinnufótbólturin í Víkingi, sum er henni kærur.

 - Tað at gentu- og kvinnufótbóltur er blivin ein natúrligur partur av felagnum, eigur hon eina øgiliga stóra æru av, staðfestir Brandur Jacobsen.

 - Har er hon ein týpa, sum gongur á odda, sum ein mamma í felagnum. Hon er bara 'all around', altíð til reiðar at hjálpa, altíð til reiðar at svara og altíð til reiðar at seta ting í sving.


Eingin uppgáva ov lítil - eingin uppgáva ov stór

Yvirhøvur ræðist Hanna Erlingsdóttir Olsen ikki at taka uppgávur á seg - eisini tá tær krevja hart arbeiði og nógva tíð.

 - Fótbóltur hevur givið mær nógv í mínum uppvøkstri, eisini í tíðum tá mann kanska ikki hevur havt tað so gott, og tá er tað øgiliga gott at vera í einum felagsskapi. Tú gevur kanska eitt sindur, men tú fært nógv aftur, sigur Hanna Erlingsdóttir Olsen sjálv.

 - Eingin uppgáva er ov stór, og eingin uppgáva er ov lítil. Um tað er at venja úti á vøllinum, at selja kaffi, at selja fýrverk, at vaska ella nevndararbeið og fundir. Hon er altíð til reiðar at taka ábyrgd, sigur Maibritt Olsen, sum spælir við Betri-liðnum hjá Víkingi, men sum eisini eigur børn, sum fáa ágóðan av arbeiðnum, sum Hanna ger í Víkingi.


Vil hava menning fyri øll

Víkingur liggur hjartanum næst, men Hanna Erlingsdóttir Olsen brennir eisini fyri menningini av kvinnufótbólti í breiðari merking og situr saman við øðrum í kvinnunevndini hjá Fótbóltssambandi Føroya.

 - Hon dugir ótrúliga væl at møta upp og geva sítt íkast, sum eisini er til frama fyri allan fótbóltin, so tað ikki bara er hennara egna felag, sum hon hevur í huga, sigur Maria Ziskason, sum er samskipari av kvinnufótbólti í Fótbóltssambandi Føroya.

 - Hon dugir eisini at spyrja: 'hvat er tað, sum vit kunnu gera, sum eisini gagnar teimum, sum eg kappist við', greiðir Maria Ziskason frá.


Tað snýr seg um fótbólt

Tá so nógv tíð og orka verður brúkt við vøllin, er minni tíð onkra aðrastaðni, men hvat ger tað í eini fótbóltsfamilju í einum fótbóltsfelag í eini fótbóltsbygd?

 - Tað er sjáldan, at vit eta døgurða saman mitt í viku, men so verður tað hita upp til onkran, sigur sonurin, Arnbjørn Svensson, sum spælir við besta liðnum hjá víkingamonnunum.

Hvat tosa tit so um heima?

 - Tað er fótbólt og annan ítrótt fyri tað mesta.

Hon arbeiðir ikki fyri heiðrarnar, sigur formaðurin í Víkingi, tí hon er ósjálvsøkin.

 - Hon ger tað fyri at flyta sosiala samfelagið her og ikki fyri egnar ágóðar, sigur Brandur Jacobsen.

 - Óansæð hvar tú møtir Hannu, fært tú altíð eitt smíl og eitt gott prát - og sum oftast fellur prátið á Víking, sigur Maibritt Olsen.

Hanna Erlingsdóttir Olsen er í uppskoti til heiðurin, ítróttafyrimyndin 2022, sum Ítróttasamband Føroya letur á árliga ítróttafagnaðinum 4. februar.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585