Løgtingið hevur gloymt smærru hjálparfelagsskapirnar

Løgtingið hevur gloymt smærru hjálparfelagsskapirnar
Anskar Hansen frá Eysturhjálp heldur, at løgtingið eigur at spjaða játtanina til neyðhjálp út til fleiri felagsskapir.
Eyðun Müller Thomsen
Anskar Hansen frá Eysturhjálp kennir seg gloymdan av løgtinginum, nú játtanin til neyðhjálp var latin einum ST-felagsskapi
20.02.2023 - 22:41

Løgtingið hevur játtað sjey milliónir krónur í neyðhjálp til krígsrakta Ukraina og eina millión til jarðskjálvtaraktu Turkaland og Sýria. 

Men smærru føroysku hjálparfelagsskapirnir kenna seg gloymdar, tí løgtingið hevur valt at lata UNHCR, einum ST-felagsskapi, neyðhjálpina úr Føroyum.

Ein av hesum hjálparfelagsskapum er Eysturhjálp. 

Anskar Hansen frá Eysturhjálp heldur, at løgtingið eigur at spjaða játtanina til neyðhjálp út til fleiri felagsskapir, so neyðhjálpin rakar rættari. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 1. apríl
Eitt korter við klassiskum
206529
Mikudag 1. apríl
Skratsj 1. apríl 2026
206527
Mikudag 1. apríl
Morgunlestur mikudagur 1.apríl 2026
205929
Týsdag 31. mars
Morgunlestur týsdagur 31.mars 2026
205927
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. apríl
Dagur & vika - teknmálstulkað
206524
Týsdag 31. mars
Veðrið
206501
Týsdag 31. mars
KAKUMiKS 2 (2:7) - teknmálstulkað
206483