Tøgn: "Sig mær" er ein fosturlandssangur

Tøgn: "Sig mær" er ein fosturlandssangur
Nýggja staklagið hjá Tøgn, "Sig mær", ið er ein væl slípaður og pussaður poppsangur, er eisini ein forsturlandssangur. Sangurin skilmarkar, at ein heildarútgáva er í gerð
 
01.04.2026 - 20:00

Føroyski super-dreingjabólkurin Tøgn hevur kunngjørt bæði nýggja staklagið, "Sig mær", og ein nýggjan bólkalim, Filip Zachariassen. 

Filip legst afturat hinum trimum, sum eru Bárður Petersen, Beinir Troest Rasmussen og Jónas Gaard. 

Men hví hesa broyting? Og hvat kunnu vit vænta okkum frá bólkinum, nú annað staklagið hjá Tøgn er tøkt?

 

LES EISNI: Tøgn tegir ikki: "Sig mær" eitur nýtt staklag hjá føroyska dreingjabólkinum

 

Hví hava tit valt at innlima Filip Zachariassen í bólkin? Og hvussu ávirkar tað úttrykkið hjá Tøgn?

»Filip Zachariassen er fyrst og fremst komin uppí bólkin fyri hansara dygdir sum tónleikari. Filip kemur við einum eyga fyri smálutum, sum bæði avbjóðar og lyftir okkum sum bólk. Tað kendist rætt frá byrjan, eins og hevur hann altíð verið partur av ljóðinum hjá Tøgn. Sigast skal eisini, at Filip er ein av okkara bestu vinmonnum.«

 

Hvat er "Sig mær" fyri ein sangur? Og hvat snýr hann seg um?

»Vit eru allir útisetar, og tað er ikki eitt ókent fyribrigdi, at eingin kennir seg meira sum føroying enn føroyingar í útlegd. Mátturin í góða lívinum í Danmark og saknurin til Føroyar fylla bæði nógv. 'Sig mær' er sprottin burtur úr samanrenningini av hesum fyribrigdum. Sangurin er okkara boð uppá ein fosturlandssang. Vit hava nógvar fantastiskar føroyskar fosturlandssangir, og tað er ikki av tilvild.  Føroyar eru fantastiskar.«

 

 

Sig mær 
Tøgn
Eg lurti eftir vindinum og blundi, so eg kenni meg heima
men larmurin frá bilunum og fólki ger hann verri at hoyra
og sirenur ýla í heilum
her er eingin friður í býnum
Eg hyggi eftir myndini á vegginum, sum starir meg niður
og mennirnir í bátinum, teir spyrja meg um eg komi aftur
men eg svari ongantíð teimum
tí eg ivist sjálvur í heilum
Sig mær tær leingist, leingist sum eg
sig mær tú hyggur leitandi
fullur í iva, fullur sum eg
Í einsemi
sig mær tú
Eg gangi eftir gøtunum og undrist á, um tær munnu sova
eg haldi fast í dreyminum um løturnar, sum ongantíð koma
bláa ljósið blunkar í heilum
her er eingin friður í býnum
Sig mær tær leingist, leingist sum eg
sig mær tú hyggur leitandi
fullur í iva, fullur sum eg
í einsemi
Sig mær tú
(uuuu uuuu uuuu)
sig mær tú
(uuuu uuuu uuuu)
Sig mær tær leingist, leingist sum eg
sig mær tú hyggur leitandi
fullur í iva, fullur sum eg
í einsemi
Eg lurti eftir vindinum og blundi, so eg kenni meg heima

 

Hvat kunnu vit vænta okkum frá Tøgn?

»Vit arbeiða ímóti eini heildarutgávu, sum eftir ætlan skal gevast út í 2027. Mann kann vænta sær sangir, sum eru skrivaðir á gerandismáli, við inniligum og erligum teksti. Tónleikurin flytur seg frá reinum poppið til inniligt indie/popp.«

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 1. november
Bolero - satsir nr 2 úr symfonium.
215719
Sunnudag 1. november
Guðstænasta í Nólsoyar kirkju
215718
Sunnudag 1. november
Filosofiskur 6.partur
215646
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717
Sunnudag 1. november
Guðstænasta úr Nólsoyar kirkju
215723
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688