Jósef avgjørdi fyri Víking við fyrsta málinum í bestu deildini

Jósef avgjørdi fyri Víking við fyrsta málinum í bestu deildini
Jósef Ólavsson Gleðisheyggj gav Víkingi sigurin við sínum fyrsta málið í bestu deildini, meðan HB-venjarin André Olsen leið sítt fyrsta landskappingartap í reyðum og svørtum
Arnbjørn Svensson og hinir Víkingarnir fingu sín fyrsta sigur í ár
Mynd: Savnsmynd: Leit/Finnur Justinussen  
 
01.04.2026 - 21:47

Jósef Ólavsson Gleðisheyggj  var helst fegnasti maðurin í Sarpugerði í kvøld. 

Hann skoraði sítt fyrsta mál í bestu deildini, og ikki nóg mikið við tí. Tað gav Víkingi týðandi sigur á HB í Meistaradeildini.

HB legði seg annars framum við málið frá Storm Pettersen, sum hevur skorað í øllum trimum dystunum í Meistaradeildini higartil.

Havnarliðið var kortini ikki leingi á odda. Tá 73 minuttir vóru spældir javnaði Arnbjørn Svensson, og bert tríggjar minuttir skeyt 18 ára gamli bakkurin Víking á sigurskós við einum fløtum skoti úr høgru síðu.

HB verður tí verandi á seks stigum, meðan Víkingur kemur upp á fýra.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 8. oktober
Nýtt ljóð
214501
Hósdag 8. oktober
Breddin: Fíggjarlóg undir trýsti
214480
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Mikudag 7. oktober
Heilsuhornið
214419
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391