VIDEO: Fyrsta symfoniin hjá Tróndi Bogasyni verður framførd leygarkvøldið

VIDEO: Fyrsta symfoniin hjá Tróndi Bogasyni verður framførd leygarkvøldið
Í annaðkvøld fer Føroya Symfoniorkestur at hátíðarhalda sín 40 ára stovningardag við stórari jubilæumskonsert. Á skránni er millum annað fyrsta symfoniin hjá Tróndi Bogasyni
17.03.2023 - 14:50

Várkonsertin hjá Føroya Symfoniorkestri er í ár eisini ein jubilæumskonsert

Tað eru nevniliga 40 ár síðani, at Føroya Symfoniorkestur var sett á stovn, og tað verður feirað í Norðurlandahúsinum í annaðkvøld, leygarkvøldið. 

Í sambandi við 40 ára hátíðarhaldið bílegði Føroya Symfoniorkestur ein symfoni frá Tróndi Bogasyni. 

Hetta er samstundis fyrsta symfoniin, ið føroyska tónaskaldið hevur skrivað, og tí er talan um eitt serligt kvøld í annaðkvøld, tá symfoniin verður frumframførd. 


Tróndur Bogason, sum her sæst saman við konuni Eivør Pálsdóttir, verður sjálvandi hjástaddur í annaðkvøld, tá hansara fyrsta symfoni verður frumframførd. (Mynd: Finnur Justinussen/leit.fo)

 

Symfoni nr. 1 og 2

Talan er eisini um eina serliga symfoni. Sum heitið á verkinum rør framundir, er talan í veruleikanum um tvær symfoniir, sum verða framførdar í senn.

Tann fyrra, Symfoni nr.1, tekur støði í wienarklassiska stílinum við einum lívligum 1. satsi í A-dur, einum friðarligum 2. satsi, eini Scherzo og eini Finalu.

Symfoni nr. 2 er meira nútímans og er kanska í ein ávísan mun heldur ein antifoni enn ein symfoni.

Talan er sostatt um tvey sera ymisk tónarúm, sum møtast og í felag skapa eitt triðja tónarúm, Symfoni nr. 1. og 2.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 23. apríl
Morgunlestur týsdagur 23. apríl 2024
173491
Mánadag 22. apríl
Mín síðsta deadline (1:6)
174044
Mánadag 22. apríl
Norðurljóð 22.apríl 2022
174072
Mánadag 22. apríl
Útlit fyri enn einum rakári hjá Dan
174067
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012
Sunnudag 21. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
174010
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964