
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fyrrv. ísraelskur forsætisráðharri: Ísrael fremur krígsbrotsverk í Gasa

Ísrael fremur krígsbrotsverk í Gasa.
Tað sigur nú eisini fyrrverandi forsætisráðharrin í Ísrael, Ehud Olmert, sum finst hvassliga at framferðini hjá Ísrael í Gasa.
Atfinningarnar frá vesturlendskum leiðarum og felagsskapum móti Ísrael eru seinastu tíðina alt fleiri og harðari.
Høpisleyst
Í dag segði italski uttanríkisráðharrin, Antonio Tajani, í italska tinginum, at herdu ísraelsku álopini á Gaza kunnu ikki góðtakast.
- Lógliga aftursvarið frá Ísrael eftir eitt høpisleyst yvirgangsálop hevur fingið eina øgiliga vend, sum ikki kann góðtakast, og sum vit heita á Ísrael um at gevast við alt fyri eitt, segði Antonio Tajani, sambært danska kringvarpinum.
Eisini týski kanslarin, Friedrich Merz, finst at Ísrael, eftir at álopini á Gaza harðna í hvørjum.
- Eg dugi ikki at síggja, hvussu ógvusligu álopini á Gazageiran skulu tæna endamálinum at basa yvirgangi og at fría gíslarnar, hevur hann sagt, sambært týska blaðnum, Deutsche Welle.
ES-starvsfólk stúrin
Í vikuni skrivaðu fleiri, enn tvey túsund embætisfólk, sum starvast hjá ES-leiðarunum eitt stúranarskriv, har tey funnust at ES fyri at gera ov lítið ella als einki við humaniteru støðuna í Gasa.
Í brævinum kravdu tey, at vápnaútflutningur til Ísraels varð steðgaður, og tey finnast at ES-leiðarunum fyri at vera líkasæl, tá talan er um líðingar hjá palestinum.
Starvsfólkini, sum kalla seg "ES-starvsfólk fyri friði", hava áður skrivað líknandi áheitanir, skrivar The Guardian.
Altjóða trýstið á Ísrael veksur í hvørjum, og í gjár legðist so ein fyrrverandi ísraelskur forsætisráðharri afturat teimum, sum finnast at.
Ehud OImert er bersøgin í greinini í Haaretz.
Krígsbrotsverk
Ehud Olmert var forsætisráðharri frá 2006 til 2009, og var limur í Likud-flokkinum hjá núverandi forsætisráðharranum, Benjamini Netanyahu.
Undir yvirskriftini "Nú er nóg mikið. Ísrael fremur krígsbrotsverk", hevur Olmert skrivað eina grein í ísraelska blaðnum, Haaretz.
Hann skrivar, at Ísrael kríggjast "uttan meining, uttan mál ella nakra greiða ætlan og uttan nakran møguleika at vinna".
"Ongantíð síðani Ísrael varð sett á stovn, hevur eitt slíkt kríggj verið. Kriminella harkaliðið, undir leiðslu av Benjamini Netanyahu, hevur skapt eitt fordømi uttan líka. Talið á óneyðugum, palestinskum offrum nærkast tí andstyggiliga," skrivar altso fyrrverandi ísraelski forsætisráðharrin, Ehud Olmert.
Løgmaður vísir til Uttanríkisráðið
Vit hava boðið Akseli V Johannesen, løgmanni, í útvarpsstovuna, men hann vísir til Uttanríkisráðið.
Vit ætlaðu millum annað at spyrja løgmann, um almennu Føroyar hava eina meining um framferðina hjá Ísrael í Gasa.
Løgmaður sigur í skrivligum boðum frá kunningarfólki sínum, at hetta er málsøkið hjá landsstýriskvinnuni í uttanríkismálum, og tað vil hann fegin virða.
Útvarpið hevur eina avtalu við Sirið Stenberg um at gera samrøðu fríggjadagin.
Eftir ta samrøðuna vil løgmaður fegin úttala seg, stendur í sms-boðunum.