H-bygningurin aftur seinkaður og dýrkar 40 milliónir

H-bygningurin aftur seinkaður og dýrkar 40 milliónir
Bygningurin skuldi vera liðugur í 2019 og kosta 490 milliónir kr. Nú verður hann seinkaður fimm ár, og verður 370 milliónir dýrari
0 seconds of 0 secondsVolume 90%
Press shift question mark to access a list of keyboard shortcuts
00:00
00:00
00:00
 
21.03.2023 - 08:19

Tað koma framvegis rokningar fyri H-bygningin, og arbeiðið at gera hann lidnan, dregur út.

Einar 40 milliónir krónur mugu antin til sum eykajáttan, ella verður neyðugt at spara.

Margit Stórá, landsstýriskvinna í heilsumálum, hevur fingið at vita, at H-bygningurin kann ikki takast í nýtslu 1. januar, sum annars hevur verið ætlanin.

Tað verður ikki fyrr enn 1.apríl næsta ár, ljóðar nýggjasta metingin hjá Landsverki.

Upprunaliga skuldi H-bygningurin vera liðugur í 2019 og kosta 490 milliónir. Nú er líkt til, at bygningurin verður fimm ár seinkaður og 370 milliónir dýrari.

Stjórin á Landsverki, Sigurd Lamhauge vil ikki útgreina seinasta eykakostnaðin, av tí at málið ikki hevur verið til politiska viðgerð enn.

Sí innslag í Degi og Viku.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. juni
Fótbóltur: Georgia - Føroyar
192885
Mikudag 4. juni
KAKUMiKS (5:7) - teknmálstulkað
192833
Mikudag 4. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
192827
Týsdag 3. juni
Veðrið
192798