Á trillubøraferð í Norðanlondum

Á trillubøraferð í Norðanlondum
Hetta er ein teaturkonsert fyri børn og foreldur, ið Lone Wermblad og Bergur Fonsdal Johannesen standa fyri, og sum høvi verður at hoyra í Salti og á Reinsarínum
Lone Wermblad og Bergur Fonsdal Johannesen
Mynd: Gunnar Nolsøe  
 
05.06.2025 - 11:14

Framførslurnar, ið fara fram á bæði og donskum, eru søgur, ið eru knýttar í ein lættan musikalskan búna. Harumframt fáa børn ein bókling á konsertini, eins og ein verkstova eisini er knýtt at.

Tað eru danin Lone Wermblad og føroyingurin Bergur Fonsdal Johannesen, ið standa fyri, og tey hava verið á ferð í teimum flestu norðanlondunum við musikalsku trillubørini.

Tey hava longu havt fleiri framførslur í Føroyum í hesum umfarinum, men tvær eru eftir, tann fyrra í Salti á Drelnesi fríggjadagin og tann seinra á Reinsarinum í Havn sunnudagin. Harumframt hava tey eina aðra framførslu í Vágs kirkju leygardagin, sum nevnist Livets Lone.

Tú kanst hoyra samrøðuna við Lone og Berg her, samstundis sum tey eisini framføra tveir sangir í útvarpsstovuni.
 

1747240

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 9. september
Morgunlestur mikudagur 9. september
212704
Týsdag 8. september
Vitan
212940
Týsdag 8. september
Góðan morgun Føroyar
212926
Týsdag 8. september
Morgunlestur týsdagur 8. september
212703
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 8. september
Veðrið
212949
Týsdag 8. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212908
Mánadag 7. september
Veðrið
212878
Sunnudag 6. september
Andakt við Jastrid á Dul Sørensen
212777
Sunnudag 6. september
Guðstænasta úr Fuglafjarðar kirkju
212776