Krafta Energy byrjar um stutta tíð

Krafta Energy byrjar um stutta tíð
Nýggja oljufelagið, sum fyrst og fremst skal selja til skip, er um at vera klárt til at byrja virksemið. Olja verður koyrd í tangarnar mánadagin
Vit tosa nú um dagar heldur enn mánaðir áðrenn Krafta Energy byrjar virksemi. Tíggju til 14 dagar skilst, váttar Rói Kalsø, stjóri
 
05.06.2025 - 19:12

- Vit hava eisini gassolju í tangunum, og vit hava fingið fyrispurningar, um at vera heilsøla til onkran, sum ætlar at selja til hús og virkir.

Tað sigur Rói Kalsø, annar av stjórunum í Krafta Energy, sum hann hevur stovnað saman við Leif Hovgaard, Smyril Line, Framherja, Farcod og JFK. Teir báðir stjórarnir eiga hvør síni 10 prosent av partapeninginum.

Men tað eru skipini, sum Krafta Energy skal taka sær av fyrst og fremst. Tangarnir, sum skulu flyta oljuna til skipini, komu til landið við Norrønu mikukvøldið og oljan er á veg til Føroya. Hon verður koyrd í tangarnar mánadagin.

- Vit skulu gera nakrar royndir áðrenn og so eru vit um at vera klárir. Málið er vika 25, sigur Rói Kalsø.

Vit eru í viku 23 nú, so tað eru bara 10-14 dagar, so byrjar virksemið hjá fyritøkuni, sum hevur skrivstovu í Havn og goymslu á Strondum. Og tað hava teir, tí tað er mitt í landinum og kajumstøðurnar eru góðar, leggur stjórin afturat.

Trýst á leinki og hoyr alt innslagið, sum var í útvarpinum klokkan 18.00:

1747352

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 30. juli
RagnarRokk 30.juli 2026
209740
Hósdag 30. juli
RagnarRokk: Phil Pendergast um Khemmis
209739
Mikudag 29. juli
Ringreiðin 2026
211376
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375
Mikudag 29. juli
Tingið verður sett - teknmálstulkað
211373