Føroyingar ongantíð spurdir, um danska grundlógin skal galda í Føroyum

Føroyingar ongantíð spurdir, um danska grundlógin skal galda í Føroyum
Ivi kann setast við legitimitet grundlógarinnar sum fólksins grundlóg í Føroyum, tí føroyingar eru ongantíð spurdir, um teir ynskja at danska grundlógin skal setast í gildi
 
05.06.2025 - 15:25

SKRIVAÐ OG LISIÐ:
Hans Andrias Sølvará, søgufrøðingur og professari á Søgu- og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya 

 

1741726

 

Í Føroyum hevur stundum verið ført fram, at føroyingar ongantíð – hvørki í 1850 ella síðan – hava samtykt ella góðtikið, at Danmarks Riges Grundlov eisini er grundlógin í Føroyum. 

Her skal ein roynd verða gjørd at lýsa hendan spurning úr einum søguligum sjónarhorni. 

 

Føroyar partur av Noregs ríki

Føroyar vóru ein partur av norska kongaríkinum til 1814, tá tær gjørdust partur av danska kongaríkinum.

Danski kongurin fekk aftaná 1814 tað sama – men heldur ikki størri – vald í Føroyum, enn hann hevði havt yvir oyggjunum, meðan tær vóru ein partur av Noregs ríki. 

Ein spurningur er tá, um føroyingar, ein leivd av norska kongaríkinum, skuldu havt verið spurdir ella um teir skuldu havt góðtikið, at ríkisgrundlógin fekk gildi í Føroyum. 

 

Sí eisini:  Friðurin í Kiel 1814: Eingin áhugi fyri Norðuratlantisku oyggjunum

 

Sluppu ikki at velja sítt umboð

Danmark fekk í 1849 demokratiska grundlóg, ið árið eftir varð tinglýst sum lóg í Føroyum. 

Við hesi avgerð gjørdust Føroyar ein partur av Danmark eins og aðrir partar av Danmark. 

Men meðan danska fólkið valdi síni umboð í grundlógarnevndina, sum bæði evnaði til og góðtók grundlógina, so sluppu føroyingar ikki at velja umboð í nevndina.

Føroyingar vóru umboðaðir av einum kongstilnevndum fyrrverandi donskum embætismanni í Føroyum. 

 

Føroyar ikki nevndar

Føroyar vóru ikki nevndar í grundlógini, og ríkisdagsvallógin, sum gav dønum rætt at velja síni umboð í nýggja lutvíst demokratiska ríkisdagin, kundi heldur ikki brúkast í Føroyum. 

Tá ríkisdagurin viðgjørdi og samtykti eina serliga vallóg, sum skuldi geva føroyingum rætt at velja síni umboð í ríkisdagin, høvdu føroyingar framvegis einki umboð í ríkisdegnum. 

Tað fingu teir ikki fyrr enn í 1851, tá grundlóg og vallóg longu vóru settar í gildi í Føroyum. 

 

Føroyingar ikki eftirspurdir

Eingin føroyingur varð spurdur áðrenn grundlógin og vallógin vóru settar í gildi í Føroyum. 

Ein grund til, at hetta kundi lata seg gera var, at eingin føroyskur umboðsstovnur, t.d. eitt løgting, hevði verið í Føroyum síðan 1816, sum kundi havt verið spurdur ella mótmælt.

Í Íslandi, har altingið varð endurreist í 1843, varð mótmælt, og gongdin gjørdist ein onnur.  

Spurningurin er so, um føroyingar seinni hava verið spurdir ella góðkent ríkisgrundlógina. 

 

Grundlógin endurskoðað í 1866

Grundlógarendurskoðan kravdi, at ríkisdagurin tvær ferðir við vali ímillum samtykti hana. 

Tá grundlógin fyrstu ferð varð endurskoðað í 1866 luttóku tvey føroysk ríkisdagsumboð sostatt fyri fyrstu ferð í eini atkvøðu í ríkisdegnum um endurskoðan av grundlógina.

Uttan mun til, hvat føroysk umboð atkvøddu, so høvdu broytingarnar verið samtyktar ella eisini høvdu tær verið feldar og gamla grundlógin hevði verið verandi í gildi.

Tað vóru ikki føroyingar, men samlaði ríkisdagurin, sum í 1866 góðkendi endurskoðaðu grundlógina. 

Føroysk ríkisdagsumboð atkvøddu aftur í 1915 fyri grundlógarendurskoðan, sum ásetti, at grundlógarbroyting eisini kravdi fólkaatkvøðu, har meirilutin skuldi vera minst 45 prosent av samlaðu veljarafjøldini – tvs. ikki bert ein vanligan meiriluta av teimum, sum vóru á vali. 

Vóru einans fýra prosent á vali, so var endurskoðaða grundlógin feld hóast 100 prosent atkvøddu fyri. 

 

Atkvødd fyrstu ferð um grundlógina í 1920

Fyrstu ferð føroyingar á fólkaatkvøðu fingu møguleika fyri at atkvøða um Danmarks Riges Grundlov var í 1920, tá fyrsta danska fólkaatkvøðan var um endurskoðan av grundlógini. 

Í Danmark var tann kravdi meirilutin fyri endurskoðanini, men vallluttøkan í Føroyum var bert 25 prosent, sum sostatt langt frá rakk til 45 prosent av veljarunum.

Ein grund til ta lágu føroysku undirtøkuna var, at broytingar, sum løgtingið ynskti, ikki komu við í broytingaruppskotið. 

Í 1939 vóru bert 11 prosent av føroysku veljarunum á vali, tá grundlógin aftur skuldi endurskoðast. 

 

Bert níggju prosent á vali í 1953

Uppaftur verri var til seinastu fólkaatkvøðuna um grundlógina í 1953, tá vallluttøkan í Føroyum bert var níggju prosent – bert sjey prosent av føroysku veljarafjøldini atkvøddi fyri endurskoðanini. Í Danmark atkvøddu 46 prosent av allari donsku veljarafjøldini fyri tí endurskoðaðu grundlógini. 

Føroysku tølini siga sína greiðu søgu, men tey fingu ongan týdning, tí hesar fólkaatkvøður vóru hildnar undir tí treyt, at grundlógin longu hevði fingið gildi í Føroyum – tær føroysku atkvøðurnar vóru tí taldar saman við og einans sum ein partur av øllum teimum donsku. 

Føroyingar fingu ikki høvi til serstakt at taka støðu til grundlógina, og føroyska undirtøkan fyri endurskoðanum var ikki í nánd av teimum donsku í 1920, 1939 og 1953. Luttøkan var so lág, at vórðu føroyingar spurdir serstakt, so hevði grundlógin verið vrakað í Føroyum. 

 

Ivi um legitimitetin

Harumframt atkvøddi ein lítil meiriluti í Føroyum í 1946 – 50,7 prosent av teimum, sum vóru á fólkaatkvøðu, 33 prosent av samlaðu veljarafjøldini, fyri at flyta Føroyar út um grundlógarmark. 

Tað ber kortini illa til at halda uppá, at grundlógin, sum varð tinglýst í Føroyum í 1850, og sum føroyingar síðan hava livað við, ikki hevur gildi ella vunnið hevd sum lóg í Føroyum. 

Ivi kann hinvegin setast við legitimitet grundlógarinnar sum fólksins grundlóg í Føroyum. 

 

Hvat: Brot úr Føroya søgu
Hvar: Í Góðan morgun Føroyar og á KVF Ljóð
Nær: Hósmorgnar ella tá tað passar tær á KVF Ljóð 

Brot úr Føroya søgu er samstarv millum Fróðskaparsetur Føroya og Kringvarp Føroyar um, at søgutátturin "Brot úr Føroya søgu" er fastur partur av morgunsendingini Góðan morgun Føroyar hvønn hósdag. Í táttinum verður sjóneykan sett á serstakan persón, hending, lut ella annað úr søgu okkara.  

Hans Andrias Sølvará er professari á Søgu- og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya. Hann er søgufrøðingur og hevur verið í starvi á Setrinum síðani 2009, fyrst sum adjunktur, men seinni sum lektari. Hans Andrias Sølvará bleiv útnevndur professari í søgu í oktober 2019. Inntil januar 2024 var hann dekanur á Søgu- og samfelagsdeildini, og frá juli í 2024 hevur hann verið útbúgvingarleiðari á Master á Søgu- og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 8. juli
Morgunlestur týsdagur 8.juli 2025
194080
Mánadag 7. juli
Poppverturin
194151
Mánadag 7. juli
Praktikanturin: Sesilia Sørensen
194139
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 8. juli
Veðrið
194213
Leygardag 5. juli
Video: 6mf menn
194076
Leygardag 5. juli
Video: 10mf, varmakelda 2025
194074