Hasfjord heldur fram at flyta farm

Hasfjord heldur fram at flyta farm
Líkt er til, at politiskur vilji er at hava Hasfjord í sigling í nakrar mánaðir aftrat
Bjarni Árting Rubeksen
Hasfjord fer at sigla við farmi um Skopunarfjørð eina tíð aftrat.
22.03.2023 - 15:43

Vinnulívið í Sandoynni fer ikki at missa flutningsleiðina við Hasfjord, sum stúrt hevur verið fyri.

Herfyri frættist, at Hasfjord fór at verða tikin úr sigling, áðrenn Sandoyartunnilin letur upp seinast í hesum árinum, men nú er líkt til, at politiskur vilji er at hava Hasfjord í farmasigling um Skopunarfjørð saman við Teistanum eina tíð aftrat.

Tá Sandoyartunnilin hevur latið upp fyri ferðslu, er ætlanin at selja Hasfjord og Teistan. 

3,5 milliónir kr. fáast fyri Hasfjord og 30 milliónir fyri Teistan.
 
Sí innslag í Degi og Viku.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 31. oktober
Upp á tá - 301026
215695
Fríggjadag 30. oktober
Vikuskiftið 30 okt 2026
215686
Fríggjadag 30. oktober
LEITISSTEIN 30.10.2026 (Eva Berghamar úr Kayak)
215666
Fríggjadag 30. oktober
Breddin: Valið í Ísrael og rúsevnaviðgerð
215647
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688
Fríggjadag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215687
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672