Elias á Skipagøtu: Hetta er fantastiskt

Elias á Skipagøtu: Hetta er fantastiskt
Elias á Skipagøtu tók stóra ábyrgd í føroyska álopsspælinum í sigrinum á Brasil, sum tryggjaði føroyska U21-landsliðnum pláss í fjórðingsfinalunum
25.06.2023 - 19:17

 - Hetta er fantastiskt.

Tað segði føroyski spælskiparin, Elias á Skipagøtu, eftir sigurin hjá føroyska U21-hondbóltslandsliðnum á Brasil, sum tryggjaði Føroyum pláss í fjórðingsfinalunum.

Spælskiparin tók stóra ábyrgd í føroyska álopsspælinum, og við sínum 13 málum var hann størsta einstaka orsøkin til, at tað eydnaðist at vinna á Brasil.

 - Tá vit sóu, at Portugal vann á Spania, vistu vit, at vit høvdu ein stóran kjans at klára tað, og heldigvís vunnu vit, segði Elias á Skipagøtu eftir dystin.

Víðari luttøkan er tryggjað, og í morgin spæla Føroyar bólkafinalu ímóti Portugal. Enn er ikki vist, um Elias á Skipagøtu verður við, ella um venjararnir fara at spara føroysku stjørnuna.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 3. oktober
Plátupanelið #42 (1996)
214225
Leygardag 3. oktober
26. Jambalaja - 031026
214221
Leygardag 3. oktober
Upp á tá - 021026
214219
Fríggjadag 2. oktober
Vikuskiftið 2 okt 2025
214203
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Leygardag 3. oktober
Sement 2026 (1:3)
214234
Fríggjadag 2. oktober
Pan-Arctic Vision 2026
214213
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162
Fríggjadag 2. oktober
Veðrið
214189