Nú er klárt til Oyggjaleikirnar

bannari
Nú er klárt til Oyggjaleikirnar
Hósdagin seta meir enn 100 føroysk ítróttafólk kósina ímóti Oyggjaleikunum á Guernsey, og ÍSF-forsetin, Elin H. Joensen, hevur góðar vónir. Hon vitjaði 3-2 mánakvøldið
04.07.2023 - 14:03

ÍSF-forsetin gleðir seg til Oyggjaleikirnar.

Fyri fyrstu ferð í fýra ár skulu oyggjarnar aftur kappast um heiður og æru, og hesa ferð er Guernsey vertur.

Yvir 100 føroysk ítróttarfólk skulu kappast í 12 greinum, millum annað svimjing, frælsum ítrótti, og skjóting, og vónirnar til føroyingarnar eru góðar.

 - Eg vænti, at tað vera góð úrslit. Greinarnar hava í hvussu er vant øgiliga hart upp í móti leikunum, sigur Elin Heðinsdóttir Joensen.

 - Eg havi góðar vónir fyri øll, men í frælsum ítrótti síggja vit júst nú eina ordiliga framgongd, so tað verður sera spennandi at fylgja teimum.

Forsetin varð eisini spurd, nær Føroyar aftur verða vertir fyri leikunum og staðfesti, at umsøknin um at fáa Oyggjaleikirnar í 2031 framvegis liggur á borðinum.

 - Vit kundu havt leikirnar í morgin, sigur ÍSF-forsetin.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961