Alt kann henda í Conference League

Alt kann henda í Conference League
Hósdagin skrivar KÍ fótbóltssøgu, tá teir spæla fyrsta dystin hjá einum føroyskum felag í einum evropeiskum bólkaspælið. Alt kann henda í Conference League, sigur KÍ-venjarin
18.09.2023 - 16:21

KÍ skrivar føroyska fótbóltssøgu, tá Jákup Biskopstø Andreasen og liðfelagarnir traðka á vøllin til dyst ímóti Slovan Bratislava í Conference League hóskvøldið.

Hetta er fyrstu ferð, at eitt føroyskt felag spælir í einum evropeiskum bólkaspæli, og KÍ, venjarin, Magne Hoseth, vissar um, at KÍ er ikki fyri til stuttleikar.

 - Slovan Bratislava er eitt gott lið, sum javnt og samt er við í evropeisku kappingunum, men eg haldi, at vit hava ein rímiligan møguleika, um vit spæla soleiðis, sum vit hava spælt í evropa í summar, sigur Magne Hoseth.

Spæliætlanin verður hin sama, sum hevur riggað væl ímóti Ferencvaros, Håcken, Molde og Sheriff Tiraspol - ein verjukend 4-3-3 skipan við denti á skjótt álopsspæl, tá møguleikin stingur seg upp.

  - Vit fara ikki at spæla øðrvísi, men tað verður eitt sindur verjukent, tá vit spæla evropafótbólt, tí vit møta góðum liðum, sum fara at trýsta okkum aftur á vøllin, greiðir KÍ-venjarin frá.

 - Skipanin og mátin vit spæla álopsspæl verður kortini hin sami, og so er spurningurin um avrikið er nóg gott til at fáa stig.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 15. oktober
RagnarRokk 15.oktober 2026
214008
Hósdag 15. oktober
Nýtt ljóð
214851
Hósdag 15. oktober
Breddin: Fólkaskúlin og tøkni
214809
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655