- Tíðindi, mentan og ítróttur
Gullveitslan má bíða
KÍ hevur nógv at hátíðarhalda, men stóra veitslan má bíða eitt sindur.
Tað sigur René Shaki Joensen, eftir søguliga sigurin á Olimpija Ljubljana í Conference League-bólkaspælinum á Tórsvølli hóskvøldið.
- Hetta hava vit ikki roynt fyrr, og hetta er ekstremt týdningarmikið fyri Klaksvík og fyri KÍ, og mann vil geva alt fyri klubbin, segði René Shaki Joensen, sum skeyt tað fyrsta málið í 3-0 sigrinum hjá klaksvíkingum.
- Hetta er ein forloysandi kensla. Eg havi saknað eitt sindur málini í ár, eg havi spælt á fleiri plássum, men vit hava vant álopsspælið hjá okkum. Hetta við at renna afturum verjuna, og av tilvild vandu vit tað í gjár, og júst tað, sum vit vandu, skoraðu vit upp á, so tað var stuttligt, segði René Shaki Joensen.
Landsliðsmaðurin legði KÍ framum, tá ein hálvur tími var spældur, áðrenn Páll Klettskarð økti til 2-0 beint fyri steðgin. Í seinna hálvleiki skoraði Jákup Biskopstø Andreasen til 3-0.
KÍ hevur nú fýra stig aftanfyri Slovan Bratislava, sum hevur seks, og Lille, sum er á odda við sjey stigum.