Dráttur aftur fremst

Dráttur aftur fremst
VIDEO: Dráttur slapp við skrekkinum í fyrsta setti ímóti KÍF í Giljanesi, men eftir hetta læt heimaliðið ongan iva vera um, hvør var betri og tók oddasessin aftur frá Fleyr
20.11.2023 - 12:35

Høllin á Giljanesi (Føroya Tele-deildin, kvinnur)
Dráttur – KÍF 3-0 (26-24, 25-18, 25-13)

Við sigri á KÍF tók Dráttur oddasessin í bestu kvinnudeildini í flogbólti aftur frá Fleyr. 

Heimaliðið hevði stórar avbjóðingar í fyrsta setti. KÍF byrjaði væl, men tá heimaliðið legði seg framum 20-17, sá út til at Dráttur stevndi beint ímóti sigri í fyrsta setti. So lætt gjørdist tað kortini ikki. KÍF vann seg upp á 24-22, men megnaði ikki at avgera, og so vann Dráttur kortini.

Annað og triðja sett vunnu vágakvinnur sannførandi og yvirhálaðu Fleyr á stigatalvuni. Dráttur hevur 14 stig, Fleyr hevur 13, meðan TB, SÍ og KÍF hava seks í part. Niðast eru Mjølnir við trimum stigum og Ternan, sum einki stig hevur fingið enn. 

Leygardagin verður grannauppgerð millum Drátt og SÍ, sum byrjaði illa, men hevur vunnið tveir teir seinastu dystirnar.
 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 15. apríl
Morgunlestur mikudagur 15.apríl 2026
207022
Týsdag 14. apríl
Perlulív í Vágsbotni (2:4)
207030
Týsdag 14. apríl
ABC Samgongan
207046
Týsdag 14. apríl
Morgunlestur týsdagur 14.apríl 2026
207021
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 14. apríl
Veðrið
207060
Týsdag 14. apríl
Føroyar - Grikkaland, seinni dystur
207066
Týsdag 14. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
207032
Mánadag 13. apríl
Veðrið
206994
Mánadag 13. apríl
Tíðindafundur: Landsstýrið verður sett
206990