VIDEO: Kom við móti høgu hondbóltstindunum hóskvøldið

VIDEO: Kom við móti høgu hondbóltstindunum hóskvøldið
Hóskvøldið vísir Kringvarp Føroya dokumentarin "Móti høgum tindum", sum sigur søguna um, hvussu stóri framburðurin í føroyskum hondbólti er komin eftir fáum árum
Hans Petur Hansen
Í dokumentarinum "Móti høgum tindum" fáa vit søguna um gongdina í føroyskum hondbólti hesi seinnu árini.
02.01.2024 - 20:30

Ítróttarsøga varð skrivað, tá ið føroyska manshondbóltslandsliðið í apríl 2023 spældi seg í EM-endaspælið fyri A-landslið, sum verður í Týsklandi í januar 2024.

Føroyar er nógv minsta land, sum hevur spælt seg í eitt EM-endaspæl í hondbólti.

Á leiðini hagar vunnu vit á Ukraina og Rumenia, sum er trífaldur heimsmeistari í manshondbólti.

 

Bleiv hálvavegna flent eftir HSF

Dokumentarurin sigur søguna um, hvussu stóri framburðurin í føroyskum hondbólti er komin eftir fáum árum.

Fyri tíggju árum síðani vóru vit framvegis ongan veg komin. Menningin hevur tí verið ovurstór seinnu árini.

Men fyri tíggju árum síðani setti Hondbóltssamband Føroya sær stór mál.

Eitt var, at Føroyar innan tíggju ár skuldu í eitt stórt endaspæl fyri A-landslið.

Tá var hálvavegna flent, at tey vóru so ósmæðin.

 

Søgan um framburðin í føroyskan hondbólt

Í dokumentarinum fáa vit søguna um gongdina í føroyskum hondbólti hesi seinnu árini.

Sagt verður frá arbeiðssetninginum hjá Hondbóltssambandinum, ið hevur strítt seg úr húsagangi upp á tindin.

Vit fáa søguna um stóra vakstrarøkið í felagnum H71 í Hoyvík, sum er vøggan hjá fleiri av okkara bestu spælarum í dag - onkur telist í dag millum úrmælingar úti í heimi.

Vit fylgja manshondbóltslandsliðnum á leiðini til søguliga EM-endaspælið og eru við teimum á venjingarlegu í Føroyum og Íslandi í heyst.

Suni Merkistein og Hans Petur Hansen leggja til rættis.

 

Hvat: Móti høgum tindum - um føroyska hondbóltsævintýrið
Hvar: í sjónvarpinum
Nær: Hóskvøldið kl. 19.25

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 30. apríl
Sharenting
207472
Hósdag 30. apríl
Sært tú fuglin? III 3:4
207786
Mikudag 29. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
207708
Týsdag 28. apríl
Veðrið
207687