USA og Iran samd um ikki at leypa á hvørt annað fyribils

USA og Iran samd um ikki at leypa á hvørt annað fyribils
Boðini koma eftir áhaldandi álop í og við Hormuzsundið, sum hava havt við sær, at bæði lond hava ákært hvørt annað fyri at bróta vápnahvíldina
Nú kunnu skip aftur sigla í Hormuzsundinum, vilja tíðindi vera við.
Mynd: Ritzau / Scanpix  
 
29.06.2026 - 08:11

USA og Iran hava gjørt semju um, fyribils, at gevast við at leypa á hvørt annað eftir álopini seinastu dagarnar, siga miðlar, sum sambært bretska kringvarpinum, BBC, endurgeva amerikanskar myndugleikar.

Boðini koma eftir áhaldandi álop í og við Hormuzsundið, sum hava havt við sær, at bæði lond hava ákært hvørt annað fyri at bróta vápnahvíldina.

Eitt amerikanskt embætisfólk hevur sambært BBC váttað fyri CBS News, at skip nú hava frítt at fara um sundið

- Báðir partar fara fyribils at gevast við álopum, og skip hava frítt at fara, sigur ein ónevnd amerikonsk kelda, sambært CNN.

Fyri minni enn tveimum vikum síðani skrivaðu USA og Iran undir avtalu um vápnahvíld, men kortini prutlar framvegis undir lokinum í stríðnum millum USA og Ísrael øðrumegin og Iran hinumegin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 4. september
RagnarRokk: Garty Meskil um Stone Cold Anger
212036
Hósdag 3. september
RagnarRokk 3.september 2026
212238
Hósdag 3. september
RagnarRokk: Joel Hokka um Via Miseria IV
212237
Hósdag 3. september
RagnarRokk: Nirvargh um Upp úr Dýpinum
212236
Hósdag 3. september
Nýtt ljóð
212666
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 4. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212713
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598
Týsdag 1. september
Veðrið
212672
Týsdag 1. september
Veðrið
212572
Týsdag 1. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212532