Allan íslendskur steypavinnari

Allan íslendskur steypavinnari
Allan Norðberg skrivaði søgu, tá hann sum fyrsti mannligi føroyski hondbóltsspælarin vann íslendsku steypakappingina saman við Vali
11.03.2024 - 19:14

Valur við Allani Norðberg á liðnum vann um vikuskiftið íslendsku steypakappingina í hondbólti.

Reykjavíkarfelagið vann 43-31 á ÍBV av Vestmannaoyggjunum. Føroyski vongurin skeyt trý mál í finaluni, sum var spæld í Laugardalshøllini.

Strandingurin er fyrsti mannligi føroyski hondbóltsspælarin, sum hevur vunnið íslendsku steypakappingina.

Í fjør vann Ingibjørg Olsen steypakappingina, tá ÍBV vann 31-29 á júst Vali.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115
Hósdag 1. oktober
Virðislønir M. A. Jacobsens 2026
214129
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026