Bøndur: "Uppskotið um burðardygga ferðavinnu er bílagt av hotelvinnuni"

Bøndur: "Uppskotið um burðardygga ferðavinnu er bílagt av hotelvinnuni"
Festarar, óðalsfólk og onnur eru komin mannsterk til høvuðsstaðin við traktorum, fløggum og øðrum at mótmæla uppskotið um burðardygga ferðavinnu
Bjarni Árting Rubeksen
Jákup Pauli í Eyðansstovu, bóndi, og aðrir mótmæla uttanfyri løgtingið
19.03.2024 - 12:58

"Teir hava vavt alt saman. Hetta er bara fyri lirka eina tjóðartøkum av Jarðum ígjøgnum løgtingið," segði Jákup Pauli í Eyðansstovu, bóndi. 

Hann var saman við øðrum festarum og óðalsfólkum komin til Havn at mótmæla uppskotið um burðardygga ferðavinnu, sum er fyri í løgtinginum í dag. 

Teir, ið stóðu uttanfyri løgtingið og mótmælti, vóru samdir um, at uppskotið var bílagt av hotelvinnuni. 

"Tað er ikki nokk hjá hotelvinnuni at selja ferðafólkum eina song. Nú vilja teir eisini sleppa at selja tinglýstu ognirnar hjá okkum," segði Jákup Pauli í Eyðansstovu. 

"At føroyingar fara ein túr í hagan er eingin trupulleiki, tí føroyingar eru so deiliga beindovnir," vóru teir samdir um. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 14. november
Upp á tá - 131126
216412
Fríggjadag 13. november
Vikuskiftið 13 nov 2026
216396
Fríggjadag 13. november
LEITISSTEIN 13.11.2026 (Anna Katrin Egilstrøð)
216384
Fríggjadag 13. november
Tekstur til tónleik: Vald
216134
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Fríggjadag 13. november
Veðrið
216392
Fríggjadag 13. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216364
Hósdag 12. november
Veðrið
216328