Tonsini minka, men virðið hækkar

Tonsini minka, men virðið hækkar
- Makrelurin, ið vit nú fáa loyvi at fiska í bretskum sjógvi, hevur væl størri virði enn makrelurin, sum vit vanliga fiska í føroyskum sjógvi, sigur Dennis Holm.
17.06.2024 - 19:25

Føroyar hava í dag gjørt avtalu við Bretland og Norra um makrelfiskiskapin í ár.

Føroyar fara at fylgja tilráðingunum frá ICES og fiska 12 prosent av mest loyvdu veiðu. Tað merkir, at føroysk skip kunnu fiska 88.800 tons av makreli í ár.

Í fjør tillutaðu Føroyar sær egna kvotu og fiskaði 19,6 prosent  av samlaða tilmælinum og væl meiri, enn ICES tilmælti. Harumframt var kvota, sum ikki var fiskað frá undanfarna ári. Tilsamans fiskaðu føroysk skip tí umleið 173.000 tons av makreli í fjør.


Hægri virði

Í fleiri ár hevur eingin makrelsemja verið, og tí hava strandarlondini ásett sær sína egnu kvotu, og tí hevur rættiliga nógv ovurfisking verið - umleiða 40 prosent í miðal seinastu árini. 
Men nú hava trý av strandarlondunum, Bretland, Norra og Føroyar, gjørt avtalu símámillum, har tey vilja fylgja tilmælunum frá ICES.

Sjálvt um nøgdirnar eru minkaðar meira enn niður í helvt, fer virðið ikki at minka eins nógv sambært útrokningum hjá búskaparfrøðingum, sigur Dennis Holm, landsstýrismaður í fiskivinnumálum.

 

Pelagisku virkini tjena ikki

Tað er ikki vist, at pelagisku virkini í Føroyum fara at fáa ein væl hægri prís, nú makrelurin, sum í framtíðini verður landaður í Føroyum, hevur betri góðsku.

- Skipini fara at fáa meira fyri makrelin, men vit fara neyvan at fáa meira, sigur Jóhan Páll Joensen, stjóri á Pelagos.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 26. juni
EM-tíðindi: 26. juni 2024
177276
Mikudag 26. juni
Morgunlestur mikudagur 26. juni 2024
177128
Týsdag 25. juni
EM tíðindi: 25. juni 2024
177229
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 26. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
177273
Týsdag 25. juni
Veðrið
177246
Týsdag 25. juni
3-2 (24.juni 2024)
177215
Leygardag 22. juni
Video: 5mf kvinnur, Jóansøka 2024
177125