Umboðsmaðurin fekk 94 klagur í fjør

Umboðsmaðurin fekk 94 klagur í fjør
81 mál vóru endaliga avgreidd í árinum
Hanna Vang er Løgtingsins umboðsmaður. (Savnsmynd)
 
26.06.2024 - 09:57

Løgtingsins umboðsmaður fekk 94 klagur í fjør.

Av teimum vóru 81 endaliga avgreiddar, tá árið var liðið.

Talið á klagum í fjør er á leið tað sama sum árið fyri, í 2022.

Flestu klagur, sum umboðsmaðurin fekk í fjør, vóru um  “Umhvørvis-, byggi- og leigumál og friðing” og um “Børn og ung”.

Málsøkið ”Børn og ung“ fevnir um øll mál viðvíkjandi børnum, eisini um málið ítøkiliga snúði seg um til dømis ein fyrisitingarligan spurning.

Løgtingsins umboðsmaður tekur eisini mál upp og viðger tey av egnum ávum. Tað gjørdi umboðsmaðurin fýra ferðir í fjør, og av teimum fýra málunum vórðu trý endaliga avgreidd.

Í fjør gav umboðsmaðurin átalu í 13 málum.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Mikudag 30. september
Eitt korter við klassiskum tónleiki
214040
Mikudag 30. september
Orðaval #38: Málsøga
214020
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026
Mikudag 30. september
Myndlist í Føroyum (1:11) - teknmálstulkað
214037