Kunnu fiska meira av gulllaksi og stórum kongafiski

Kunnu fiska meira av gulllaksi og stórum kongafiski
ICES hevur gjørt tilmæli um djúphavsfisk næsta ár
ICES heldur, at stovnurin av stórum kongafiski er so mikið væl fyri, at fiskast kunnu 14 prosent meira enn nú.
Mynd: Shutterstock.com  
 
20.06.2024 - 08:38

Meira kann fiskast av gulllaksi, stórum kongafiski og blálongu og minni av brosmu og svartkalva. 

Tað sigur ICES í tilmæli sínum um djúphavsfisk næsta ár.

Flestu fiskasløgini eru í fleiri enn einum havøki, og eru tí roknað sum felagsstovnar.

Gulllaksur fer sjey prosent upp, stórur kongafiskur 14 prosent, og blálonga fer tvey prosent upp sammett við tilmælið fyri 2024.

Tilmælið um brosmuna er 11 prosent minni enn í ár, og svartkalvin fer níggju prosent niður. 

 

Longa skal ikki fiskast

ICES mælir til, at longa, sum er serføroyskur stovnur, als ikki verður fiskað undir Føroyum í 2025. 

Tilgongdin seinastu árini hevur verið óvanliga lítil, og gýtingarstovnurin er tí farin undir niðasta vandamark, sum er 9.340 tons. 

Men veiðutrýstið er framvegis stórt, sigur Havstovan. 

Hetta er tí ein álvarsom støða hjá longuna, leggur hon aftrat.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mánadag 5. oktober
Veðrið
214310
Sunnudag 4. oktober
Andaktin við Jastrid á Dul Sørensen
214241
Leygardag 3. oktober
Sement 2026 (1:3)
214234
Fríggjadag 2. oktober
Pan-ArcticVision 2026
214213