Knústu gamla metið

Knústu gamla metið
Menninir hjá Havnar Svimjifelag tóku fríggjadagin eitt met fyri lið, sum hevur staðið í trettan ár, og tað var ikki við mýkindum
02.07.2024 - 20:29

Kvartettin hjá HS hevði sett sær eitt greitt mál til Tórshavn Open síðsta vikuskiftið.

Isak Brisenfeldt, Oddvaldur Leivsson, Bartal Eidesgaard og Silas Dam Lindberg úr Havnar Svimjifelag vildu hava trettan ára gamla metið hjá Susvim í 4x200 frí fyri lið- og tað tóku teir so dyggiliga.

Gamla metið var 7,54.67 meðan nýggja mettíðin fyri lið er 7,40.27. Meir enn 14 sekund skjótari samanlagt.

Skjótasti svimjarin hjá HS var Isak Brisenfeldt við 1:51.06, meðan Oddvaldur Leivsson og Silas Dam Lindberg, sum báðir eru føddir í 2008, høvdu tíðina 1:58.24. Bartal E. Eidesgaard svam sín tein upp á 1:52.73.

Í 2011 svam navnframi Pál Joensen teinin upp á 1,49.64, men tá var lakasta tíðin 2:05.13.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 10. september
Veðrið
213065
Hósdag 10. september
Møti hjá Frelsunarherinum - teknmálstulkað
213039
Mikudag 9. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213002
Týsdag 8. september
Veðrið
212949

Meira um sama evni