Árni Frederiksberg: "Vit fáa ov løtt mál ímóti okkum"

Árni Frederiksberg: "Vit fáa ov løtt mál ímóti okkum"
Árni Frederiksberg fegnast um sigurin á svenska meistaraliðnum, men iðrar seg um, at teir ikki megna at vinna samanlagt
31.07.2024 - 11:59

KÍ vann í gjárkvøldið 3-2 við Djúpumýru móti svenska meistaraliðnum Malmö FF í seinna dystinum í royndini at vinna seg í Champions League-bólkaspælið. 

Sigurin var tó ikki nóg mikið hjá KÍ, sum tapti fyrra dystin í Malmö 1-4. Samanlagt gjørdist úrslitið 6-4 til Malmö FF. 

Nú skal KÍ royna at vinna seg í bólkaspælið til næstbestu evropisku fótbóltskappingini, Europa League. 

Árni Frederiksberg, sum við tveimum málum í gjárkvøldið nú er mest skorandi føroyski leikarin í evropiskum fótbólti, iðraði seg um, at tað ikki eydnaðist at vinna samanlagt móti svium. 
 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
214957
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926