Landsstýrismálanevndin: Ingilín segði ósatt

Landsstýrismálanevndin: Ingilín segði ósatt
Ingilín Didriksen Strøm, landsstýriskvinna, hevur sagt ósatt fyri løgtinginum og hevur tí eisini brotið lógina um ábyrgd landsstýrismanna. Tað sigur landsstýrismálanevndin
24.09.2024 - 19:25

Málið byrjaði av álvara 2. mai í ár. Tað er tingfundur, og løgtingið skal endaliga taka støðu til eitt lógaruppskot frá Ingilín D. Strøm, landsstýriskvinnu, um at broyta lógina um Bústaðir, so felagið millum annað fær loyvi at læna meira pengar.

Men frammanundan - í mars - hevði Landsgrannskoðanin sett spurnartekn við langtíðarfíggjarstøðuna hjá Bústøðum. Hetta var nakað, sum fekk tingfólk at ivast í, um rætt var at samtykkja uppskotið hjá landsstýriskvinnuni júst tá.

Kortini segði Ingilín D. Strøm hetta á løgtingsfundinum 2. mai, tá málið var til triðju viðgerð.

"Eg havi ongar ábendingar um, at trupulleikar eru við langtíðarhaldførinum hjá Búðstøðum".

Men Jacob Vestergaard og Erling Eidesgaard, sum báðir eru løgtingsgrannskoðarar, høvdu illgruna um júst tað øvugta.

Kortini helt Ingilín D. Strøm fast við sítt.

Og hetta var sambært Jacobi Vestergaard at tosa ímóti betri vitandi. Tí kærdi hann eina viku seinni Ingilín D. Strøm til landsstýrismálanevndina.

Í gjár kom so niðurstøðan, sum er send landsstýriskvinnuni. Niðurstøðan er - veit Kringvarpið - at ein samd landsstýrismálanevnd metir, at Ingilín D. Strøm hevur sagt ósatt fyri løgtinginum, og harvið brotið grein 5 í lógini um ábyrgd landssýrismanna. Tann greinin sigur, at eitt landsstýrisfólk hevur skyldu at siga satt fyri løgtinginum og skal ikki fjala upplýsingar.

Ingilín D. Strøm hevur fingið eina viku til at koma við sínum viðmerkingum til niðurstøðuna, sum síðani verður almenn.

Men Javnaðarflokkurin hevur greiðan politikk um, hvat skal henda, um tað verður staðfest, at eitt landsstýrisfólk hevur sagt ósatt fyri løgtinginum. Tað gjørdi Aksel V. Johannesen greitt longu í 2015. Hetta var í sambandi við, at ein kanningarstjóri hevði staðfest, at táverandi løgmaður, Kaj Leo Holm Johannesen, hevði sagt ósatt fyri løgtinginum.

Í sambandi við hetta ítøkiliga málið er Aksel V. Johannesen tó ikki so bersøgdur. Í einum SMS boðum sigur hann: Løgmaður hevur onga viðmerking til eina fyribilsniðurstøðu.

Vit hava eisini tosað við Ingilín D. Strøm, sum hevur biðið um longda freist at svara landsstýrismálanevndini. Hon vil hava freistina longda til 7. oktober.

Eftir avtalu hava vit fingið eina skrivliga fráboðan frá Ingilín D. Strøm. Hon sigur: "Eg móttók í gjár fyribils niðurstøðurnar hjá Landsstýrismálanevndini, sum fyrisitingin í Løgtinginum hevur gjørt í sambandi við klaguna hjá Jacobi Vestergaard. Eg havi fingið tvær vikur at gera mínar viðmerkingar, og eg haldi tað ikki vera rætt at úttala meg um málið alment, fyrr enn eg havi havt høvi at viðgjørt og sent landsstýrismálanevndini mínar viðmerkingar, og fyrr enn nevndin hevur gjørt endaliga niðurstøðu". 

Hans Jacob Thomsen, formaður í landsstýrismálanevndini, sigur, at hann hevur játtað at leingja svarfreistina. Tá hann verður spurdur hví, so er svarið, at orsøkin er, at landsstýriskvinnan bað um tað.
 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 3. desember
Breddin - Fátakaváði
184576
Týsdag 3. desember
Morgunlestur týsdagur 3. desember 2024
183614
Mánadag 2. desember
Norðurljóð 2.desember 2024
184534
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 2. desember
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
184551
Mánadag 2. desember
3-2 (2. desember 2024)
184550
Sunnudag 1. desember
Hvør býr her? (4:4) - teknmálstulkað
184482
Sunnudag 1. desember
3-2
184480