Stór undirtøka fyri føroysku hondbóltsútbúgvingini

Stór undirtøka fyri føroysku hondbóltsútbúgvingini
Hondbóltssambandið er farið undir nýggja føroyska venjaraútbúgving. Málið er at menna føroyska hondbóltin, og áhugin er sera stórur. Meir enn 70 fólk eru meldað til
14.10.2024 - 15:51

Fyri fyrstu ferð skipar Hondbóltssamband Føroya fyri útbúgving fyri barna- og ungdómsvenjarar í Føroyum. 

Hetta er gjørt í samstarvið við evropeisku hondbótssamgonguna, EHF, og málið er at menna føroyskan hondbólt. Áhugin er sera stórur, tí meir enn 70 fólk er meldað til. 

 - Vit hava fyrr verið partur av donsku skipanini, men nú hava vit valt at fara okkara egna veg, tí tað passar okkum betur, segði Mark Lausen-Marcher, ítróttastjóri hjá Hondbóltssambandinum.

 - Hetta skeiðið snýr seg fyrst of fremst um barnavenjing. Tað er um trivna, um inklusjón, um at fáa so nógv sum gjørligt til venjing. Seinni kemur tað hondbóltsfakliga meir og meir við, segði Mark Lausen-Marcher.

 

Gott við íblástri

Ein av teimum, sum hevur taknað seg til nýggju hondbóltsútbúgvingina er Rósa Danielsen, sum hevur sína dagligu gongd í StÍF.

 - Tað hevur týdning, at tú veitst eitt sindur um, hvat tað er, tú gert, tá tú ert til venjing.Eg helt eisini sjálv, at eg manglaði íblástur til, hvussu tú kanst skipa eina venjing, og hvat er týdningarmikið at hugsa um, segði Rósa Danielsen, sum longu fyrsta dagin hevði fingið nógv burturúr. 

 - Tað er broytt nokkso nógv. Fyrr var tað kanska nokkso uppstillað, nokkso skipað venjing, og tú hevði tína føstu positión á vøllinum. Nú ert tú meir upptikin av at fáa børnini og tey ungu at finna loysnir sjálvi og ávirka spælið á sín egna hátt. Tað er spennandi, segði Rósa Danielsen.

Ítróttastjórin í HSF staðfestir, at tørvurin á nýggju føroysku útbúgvingini er stórur.

 - Stóra tilmeldingin sigur mær eisini, at vit skulu taka hetta í stórum álvara og halda á at bjóða nýggjar útbúgvingar fyri at fáa betri venjarar. Tí um vit fáa betri venjarar, fáa vit eisini betri spælarar og vónandi eisini fleiri spælarar, sigur Mark Lausen-Marcher.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. januar
Vikugesturin: Litrík og stríðsfús
202823
Leygardag 17. januar
Vikan 17. januar 2026
202822
Leygardag 17. januar
Upp á tá - 160126
202819
Leygardag 17. januar
Morgunlestur leygardagur 17.januar 2026
202446
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. januar
Veðrið
202797
Hósdag 15. januar
Veðrið
202738
Mikudag 14. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
202632
Týsdag 13. januar
Veðrið
202610