EM-kvinnurnar seta ferð á

EM-kvinnurnar seta ferð á
Føroyska hondbóltslandsliðið við kvinnum er farið undir síðstu fyrireikingarnar til EM, sum nú nærkast av álvara. Venjingar og dystir eru á skránni alla vikuna
18.11.2024 - 14:38

Full ferð verður nú sett á EM-fyrireikingarnar hjá føroysku hondbóltskvinnunum.

 - Tað byrjar so smátt at ganga upp fyri okkum. Vit møttu í gjár, og fara at vera øgiliga nógv saman næstu tvær vikurnar, sigur Brynja Høj.

 - Tað er faktiskt eitt sindur undarligt, tí vit hava ikki verið í hesi støðuni fyrr. At tú venur so intenst í meir enn ein hálvan mánaða, leggur Bjarta O. Johansen afturat.

Fyrrapartin var styrkivenjing í Havn, og venjingar eru annars á skránni mestsum hvønn dag, áðrenn ferðin gongur til Sveis týsdagin í næstu viku.

Har skulu relatiónirnar spælarana millum fínpussast og seinastu skipanirnar fáast inn undir húðina. 

 - Og sum tíðin líður, og vit koma nærri EM, fara vit eisini at hyggja meir taktiskt at liðunum, sum vit skulu spæla ímóti, sigur Brynja Høj.

 

Venjingardystir ímóti svenskum deildarlandsliði

Mótstøðulondini í Basel vera Sveis, Kroatia og Danmark, men áðrenn Føroyar koma so langt, skulu tær royna seg tvær ferðir ímóti einum svenskum landsliðið. 

 - Vit skulu royna nøkur ting. Vit skulu finna útav, hvat okkara sterkasta uppstilling er, og hvussu vit skulu skifta út, sigur Brynja Høj.

 - Tað týdningarmesta er at hugsa um okkum sjálvar og okkara spæl, sigur Lív Bentsdóttir Zachariasen, sum hevur verið álvarsliga skadd, men akkurát fekk tíð til at troka seg inn í EM-hópin.

Tær eru væl nøgdar við at sleppa at royna seg ímóti svenskarunum, sum hóast tær ikki stilla við sterkasta fólkinum, óivað fara at geva føroyingunum dygga mótstøðu.

Hesa vikuna eru eisini skúlavitjanir á skránni, og tað gleða spælararnir seg til.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. juni
RagnarRokk 18.juni 2029
208904
Hósdag 18. juni
RagnarRokk: Neal Morse um L.I.F.T.
208901
Hósdag 18. juni
Kvørnin: "TeleMama"
209895
Hósdag 18. juni
Morgunlestur hósdagur 18.juni 2026
209565
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. juni
Veðrið
209894
Týsdag 16. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209810
Týsdag 16. juni
Veðrið
209804
Mánadag 15. juni
Reynsatindur - teknmálstulkað
209762