Brimil til 25 ára klassing næsta summar

Brimil til 25 ára klassing næsta summar
Væntandi fer Brimil at liggja í tíggju vikur næsta summar, tá millum annað gearið fær eina yvirháling, og tá verður Tjaldrið álitið
19.11.2024 - 19:24

Næsta ár skal Brimil hava 25 ára klassing. Klassingin krevst, so Brimil kann sigla. 

Í fíggjarlógini fyri komandi ár, eru slakar níggju milliónir krónur settar av til arbeiðið.

Brimil fer væntandi at liggja í 10 vikur, meðan klassingin fer fram, og tá verður Tjaldrið álitið.

Tjaldrið liggur helvtina av árinum 
Fiskivinnu- og Samferðslumálaráðið sigur, at sannlíkindini fyri, at Tjaldrið endaliga verður lagt vegna brek gerast størri hvønn dag.

At bara hava eitt skip tøkt er vanligt hjá Vørn í dag. 

Síðan 2010 hevur Tjaldrið bert havt eina manning, so skipið liggur helvtina av árinum.

Mælt verður annars til at fyrireika nýtt Tjaldur næsta ár, so tað er liðugt í 2027 ella 2028. 

Roynt verður so at halda Tjaldrið virkið til tá, sigur Fiskivinnu- og Samferðslumálaráðið. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 21. august
Vikuskiftið 21 august 2026
212117
Fríggjadag 21. august
Breddin: Fiskidagar ella kvotur?
212090
Hósdag 20. august
RagnarRokk 20.august 2026
210713
Hósdag 20. august
RagnarRokk: Mirza Radonjica um Dissolution
210712
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985