Trupult at vera til reiðar til óroynda støðu

Trupult at vera til reiðar til óroynda støðu
Jens á Skipagøtu heldur, at nógva mentalvenjingin fram til EM viðvirkaði til, at føroysku hondbóltskvinnurnar megnaðu at vinna seg inn aftur í dystin móti Sveis
30.11.2024 - 18:57

Jens á Skipagøtu, sum bæði er málverjuvenjari og mentalvenjari hjá landsliðnum ásannar, at hóast nógva fyrireiking og prát um fyrsta EM-dyst, yvirtók fjálturin fyrstu løtuna.

Hann er tó sannførdur um, at um ikki arbeitt var frammanundan við sinninum og við teimum støðum, sum kundu koma fyri, so kundi dysturin enda við einum skrædli. Tað gjørdi hann ikki; ístaðin spældu Føroyar seg inn aftur í dystin

- Vit høvdu fyrireikað okkum væl til at spæla undir trýstinum og umstøðunum, men tað er ringt at fyrireika seg akkurát til støðuna. Men tað er heilt greitt fyri okkum, at tað, at vit hava arbeitt við tí mentala partinum, ger at vit koma afturíaftur, sigur Jens á Skipagøtu. 

 

Mugu góðtaka natúrligu menningarfetini

Føroyar hava yngsta landsliðið, sum er við til EM-endaspælið. Miðalaldurin er 23.01 ár. Tá ið eingin leikari heldur hevur staðið á so stórum palli áður, so verða villur gjørdar. 

- Vit vita, at føroyska kvinnulandsliðið kann spæla góðan hondbólt og at tær eru dugnaligir hondbóltsspælarar, men tær eru eisini øgiliga ungar og skulu royna seg á nýggjum pallum. Vit mugu bara góðtaka, at vit gera feilir og at vit ikki kunnu hoppa tey natúrligu menningarstigini um, sigur Jens á Skipagøtu. 
 

 

Nýggjur dagur og nýggj uppgáva

Í morgin skulu Føroyar royna seg móti stóru og sterku kvinnunum úr Kroatia. Venjarin væntar, at føroyska liðið nú fyri ein part hevur runnið EM-fjálturin av sær. 

- Nú hava spælararnir rist tann fyrsta nervøsitetin av sær, sigur Jens á Skipagøtu, sum samstundis væntar, at føroysku áskoðararnir fara at hoyrast betri í dystinum móti Kroatia, ið kann fara at gera ein mun. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 25. juli
Radio Stjernekilde - Partur 10
209140
Fríggjadag 24. juli
Vikuskiftið 24. juli 2026
211275
Fríggjadag 24. juli
Praktikanturin #21: Tilda West
211268
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. juli
Veðrið
211272
Týsdag 21. juli
Veðrið
211182
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf dreingir 17-18
211100
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf masters kvinnur
211099
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 10mf
211098