Seinast ímóti Danmark: Smurdar av í Føroyum - reistust á útivølli

Seinast ímóti Danmark: Smurdar av í Føroyum - reistust á útivølli
Føroysku kvinnurnar komu í satt ódnarveður, tá tær taptu 39-19 fyri Danmark á Hálsi í Havn í EM-undankappingini í 2021. Í returdystinum á útivølli gekk kortini munandi betur
03.12.2024 - 10:34

Í dag spæla Føroyar ímóti Danmark í 3. umfari av bólkaspælinum,

Danska liðið er enn sum áður krútsterkt, og stór uppgáva bíðar føroyingunum í St. Jakobshalle í Basel seinnapartin.

Hetta er kortini ikki fyrstu ferð, at Føroyar bresta saman við dønum. 

Føroysku hondbóltskvinnurnar komu nevniliga í satt ódnarveður, tá tær taptu heili 39-19 fyri Danmark í Høllini á Hálsi í EM-undankappingini í 2021.

Á útivølli árið eftir gekk munandi betur. Tá endaði dysturin 26-15 eftir hálvleiksstøðuna 12-9 til Danmark.

Sí hvussu dystirnir spældu av í innslagnum omanfyri.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 1. november
Bolero - satsir nr 2 úr symfonium.
215719
Sunnudag 1. november
Guðstænasta í Nólsoyar kirkju
215718
Sunnudag 1. november
Filosofiskur 6.partur
215646
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717
Sunnudag 1. november
Guðstænasta úr Nólsoyar kirkju
215723
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688