VIDEO: So stórur munur er á áðrenn og aftaná talgilda afturgerð

VIDEO: So stórur munur er á áðrenn og aftaná talgilda afturgerð
Legendariska konsertin við Nikodemussangbólkinum í Norðurlandahúsinum í 1984 er reinsað við nýmótans talgildari tøkni. Munurin kann síggjast í hesum lítla videobrotinum
24.03.2025 - 11:02

Vit spola tíðina aftur til 1984.

Nikodemussangbólkurin við M.C. Restorff á odda skipaði fyri konsert í Norðurlandahúsinum.

Hetta var í eini byltingartíð, har mann í kristiligum samanhangi fór frá tí meira siðbundna orglinum til at brúka rytmisk ljóðføri og geva vertsligum sangum ein kristiligan tekst.

Konsertin, ið hevur fingið eitt slag av halgisøgustøð í føroyskari tónleikasøgu, bleiv upptikin til live-útgávu og kom út á kasettuband stutt eftir.


M.C. Restorff fekk handað tónleikaheiðurslønina á FMA 2025 (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 

Reinsað við talgildari tøkni

Góð 40 ár seinni er upptøkan tikin framaftur, og við nýmótans talgildari tøkni reinsað so frægt sum til ber í sambandi við sendingina Ein varði í lívi mínum

Í sendingini verður tosað við M.C. Restorff um konsertina, sum var rættiliga slóðbrótandi tá í tíðini, og vit hoyra brot úr konsertini.

Óli Poulsen hevur ljóðblandað, Kári Sólstein og Hans Petur Hansen hava tikið samrøðuna upp, og Carsten Arnskov hevur lagt til rættis.

Sendingin "Ein varði í lívi mínum", ið kann síggjast á KVF Sjón, er eisini vorðin sera aktuel, tí M.C. Restorff júst hevur fingið handað tónleikaheiðurin í sambandi við FMA, sum í ár var hildið í Varpinum í Klaksvík.  

 

Hvat: Ein varði í lívi mínum
Hvar: Á KVF Sjón
Nær: ...tá tað passar tær

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. januar
Jambalaja - 170126
202831
Leygardag 17. januar
Vikugesturin: Litrík og stríðsfús
202823
Leygardag 17. januar
Vikan 17. januar 2026
202822
Leygardag 17. januar
Upp á tá - 160126
202819
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. januar
Møti úr Missiónshúsinum í Leirvík
202840
Fríggjadag 16. januar
Veðrið
202797
Hósdag 15. januar
Veðrið
202738
Mikudag 14. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
202632