Kollafjørður: Kollur og Kjósin vunnu

Kollafjørður: Kollur og Kjósin vunnu
Tað gongur væl í kappróðrinum í Kollafirði. Hjá 5-mannaførum við gentum 14-16 vann Kollur og hjá 5-mannaførum kvinnum endurtók Kjósin bragdið frá sundalagsstevnu
24.06.2025 - 11:02

Kjósin úr KÍF ætlaði sær avgjørt at endurtaka sigurin frá sundalagsstevnu, tá tær endiliga sluppu í bátarnar sunnudagin.

 - Tað situr mest í høvdinum. Kanska tú verður troyttur, kanska tú ikki orkar meir, og tá mást tú fáa hetta inn í høvdið: "Eg skal hetta. Eg skal klára tað", segði Eva Schiller Jóannisdóttir.

 

Royndan avloysara

Størsti kappingarneytin, Fípan Fagra, hevði avbjóðingar og pulsurin var høgur beint áðrenn róðurin hjá 5-mannaførum hjá kvinnum. Ein av manningini var endað á sjúkrahúsinum, og eingin minni enn forkvinnan í Froðbiar Sóknar Róðrarfelag loysti av.

 - Eg skal rógva nú í Fípuni Føgru og so skal eg stýra Firvaldi 17-18 ár nakrar róðrar seinni, segði Kristina Roest.

Um tað var íkomna støðan hjá Fípuni, sum var orsøkin, er ilt at siga, men kollfirðingarnir í appilsingula bátinum vóru skjótastar og vunnu við eini góðari bátslongd á norðingunum, sum akkurát megnaðu at halda Leikalind hjá Tindi aftanfyri seg.

 

Javnt í FM-stríðnum

Hjá gentunum 14-16 ár stendur kappingin millum Píl úr Havnar Róðrarfelag og Koll úr KÍF. Á norðoyastevnu endaði tað heilt einfalt við javnleiki, men á sundalagsstevnu hevði Pílur munin.

Á jóansøku eydnaðist akkurát Kolli at koma fyrst um málið, og tí er púra javnt í stríðnum um føroyameistaraheitið. 

 

(Mynd: Jan Herman Hansen/RSF)

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 22. desember
Norðurljóð 22.desember 2025
201436
Mánadag 22. desember
Morgunlestur mánadagur 22.desember 2025
201806
Sunnudag 21. desember
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
201811
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 21. desember
Andakt
201817
Sunnudag 21. desember
Møti úr Betesda í Klaksvík
201807
Leygardag 20. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201790
Fríggjadag 19. desember
Veðrið
201780
Fríggjadag 19. desember
Vigdís 4:4 - teknmálstulkað
201775