Nýggja ættarliðið til reiðar

Nýggja ættarliðið til reiðar
Korona hevði við sær, at fleiri av bestu føroysku svimjarunum góvust í senn. Eftir aldudal gongur rætta vegin, og nú er nýggja ættarliðið til reiðar at bjóða av á Oyggjaleikum
24.06.2025 - 11:42

Ættarliðsskiftið í føroyskari svimjing er væl og virðiliga avgreitt.

 - Tað verður spennandi at fara avstað við nøkrum góðum gomlum svimjarum og so einum meiriluta av yngri svimjarum, sum eru komnir fram síðstu árini, sigur Rúni Gaardbo, venjari í Svimjisambandinum. 

Níggju av 12 svimjarum, sum skulu kappast á Oyggjaleikum á Orknoyggjum, eru føddir í 2005 ella seinni. Tvey av teimum yngstu eru Isak Brisenfeldt úr Havnar Svimjifelag og Lea Osberg Højsted úr Ægi.

 - Um eg fái medaljupláss, er tað fantastiskt, men vónirnar hjá mær eru góðar. Kanska eitt føroyskt met, allarhelst, sigur Lea Osberg Højsted, sum hevur sett eitt met fyri og annað eftir í bringusvimjing síðstu árini.

 - Tað hava verið tvey heilt fantastisk ár hjá mær. Eg var lágt niðri frammanundan, har eg ikki kláraði bestu tíð í eini tvey ár, so at koma upp at svimja bestu tíðir allatíð og seta føroysk met, hevur verið heilt fantastiskt, sigur 17 ári gamli svimjarin.

 

Lovar heiðursmerki á Orknoyggjum

Eisini Isak Brisenfeldt hevur gjørt vart við seg saman við hinum í hópinum, sum telur millum annað Elisabeth Erlendsdóttir, Bartal E. Eidesgaard og Líggjas Joensen.

 - Eg havi arbeitt ræðuliga hart, og um tú arbeiðir hart, verður tú betri, sigur Isak Brisenfeldt, sum skal svimja ikki færri enn níggju greinar í bæði firvald og frí á Oyggjaleikum.

Eftir tíðunum at døma liggja føroysku svimjararnir væl fyri at vinna gullheiðursmerki - serliga í frísvimjing - men tey flestu kunnu bjóða av um topp-trý. 

 - Eg tori ikki at lova nakað met hesa ferð, sigur Rúni Gaardbo, men vit fara at gera okkara besta fyri at røkka upp ímóti tí, sum vit hava gjørt fyrr.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
Norðurljóð 26.oktober 2026
214433
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215335
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329