- Tíðindi, mentan og ítróttur
U21-venjari: Stuttligt at vera partur av
Føroyska frøin var øgilig, tá tíðin fór, og Føroyar høvdu vunnið HM-fjórðingsfinaluna á Slovenia.
Føroyingarnir vóru seks mál frammanfyri í steðginum, men ímóti endanum minkaði munurin niður í eitt. Tá var talan um kaoshondbólt, sigur Hjalti Mohr Jacobsen, U21-venjari.
- Tað var ótrúliga forloysandi. Serliga tí dysturin gekk, sum hann gekk. Vit vóru klárt betri í fyrra hálvleiki, men so sá mann, at vit blivu nervøsir í seinna hálvleiki, sigur Hjalti Mohr Jacobsen.
Sterkt mótstøðulið í hálvfinaluni
Í hálvfinaluni bíðar sterka portugisiska liðið, sum tapti EM-finaluna í fjør, manna við einum sterkum strikuspælara, einum góðum spælskipara, einum málverja við Champions League-royndum og eini krútsterkari miðverju.
- Tað taktiska uppleggi verður at royna, um vit kunnu flyta okkara spæl burtur frá teimum báðum stóru miðverjunum. Kanska leypa eitt sindur á bakkarnar, vita um vit klára at fáa strikurnar hjá okkum út at stilla seg úti hjá bakkunum og kanska fáa okkurt innspæl, sigur Hjalti Mohr Jacobsen, sum leggur afturat, at Føroyar fara at spæla nógv sjey ímóti seks álopsspæl aftur í kvøld.
Hálvfinalan ímóti Portugal verður í kvøld klokkan 20.00.

























