Venjarin um slitnar KÍ-spælarar: Mugu taka aðrar spælarar út í staðin

Venjarin um slitnar KÍ-spælarar: Mugu taka aðrar spælarar út í staðin
- Vit hava tíverri einki annað val enn at finna aðrar spælarar fyri teir, sigur Eyðun Klakstein, sum má vera René S. Joensen, Patrik Johannesen og Hall Hansson fyriuttan
25.08.2025 - 13:13

Eingin René Shaki Joensen, eingin Patrik Johannesen og heldur eingin Hallur Hansson.

Hóast teir tríggir KÍ-spælararnir - í størri og minni mun - vóru á vøllinum, tá HB vitjaði í Klaksvík sunnudagin, er eingin teirra við í landsliðshópinum hjá Føroyum til HM-undankappingardystirnar ímóti Kroatia og Gibraltar í næstum.

 - Tað eru spælarar, sum hava eitt krevjandi summar. Teir eru eitt sindur slitnir, umframt at teir hava havt onkrar snuddir at dragast við, also smáskaðar. Tí eru teir ikki førir fyri at venja fult og spæla dystir. Vit hava tíverri einki annað val enn at finna aðrar spælarar fyri teir, sigur Eyðun Klakstein, landsliðsvenjari.

Hinvegin kann hann gleðast um, at hava Gáza Dávid Turi og Jóannes Bjartalíð við aftur í hópinum. Fyrrverandi víkingamiðvallarin hevur fingið góða byrjan upp á kappingarárið í Grimsby, har hann hevur spælt væl, tá hann hevur fingið kjansin, og Jóannes Bjartalíð er aftur skaðafríur og kempar um fast pláss hjá Fredrikstad.

Dystirnir sjálvir - Kroatia á Tórsvølli 5. september og Gibraltar úti 8. september - eru stórar avbjóðingar á hvør sín hátt, heldur landsliðsvenjarin.

 - 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 8. juli
Summarbeiti 8. juli 2026
210685
Mikudag 8. juli
Mono - Fjaldir Gimsteinar (2:4)
210667
Mikudag 8. juli
HM-tíðindi 8. juli 2026
210672
Týsdag 7. juli
Millum tøkini #12: Fjarðastevna
210617
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. juli
Veðrið
210618
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf gentur 17-18
210523