á Tjóðpallinum: Gerandisdagur í triðja ríkinum

á Tjóðpallinum: Gerandisdagur í triðja ríkinum
Niðurlaðingin av fólkaræðinum, eitt samfelag í upploysn, ótti og byrjandi einaræði. Hetta eru evni í leikinum, sum varð frumframførdur á Tjóðpallinum í gjárskvøldi.
21.09.2025 - 14:20

"Hetta er ein leikur um gerandisdagin hjá vanligum fólki undir einum totaliterum stýri í Nasitýsklandi," tað sigur Kjartan Hansen, ein av leikarunum í leikinum Gerandisdagur í triðja ríkinum. "Hvussu fólk "deala" við umstøðurnar og blíva meira paranoid "

Gerandisdagur í triðja ríkinum er ein leikur eftir týska rithøvundan, dramatikaran og leikstjóran, Bertolt Brecht. Leikurin fyrigongur í Nasitýsklandi, sum eisini varð kallað Triðja ríkið. Tað hevði við sær kúgan, forfylging, øsing og lyftir frá einaræðisharranum um eina gylta framtíð. Leikurin er settur saman av leikbrotum úr gerandisdegnum hjá fólkum, sum livdu í hesari tíðini. 

Bertolt Brecht flýggjaði úr Týsklandi, tá nasistarnir tóku valdið og skrivaði upprunaleikritið "Furcht und Elend des Dritten Reiches" meðan hannn var í útlegd í Danmark frá umleið 1933 til 1938. 

 

Brecht nýtti ofta humor og satiru at lýsa ógvusligar umstøður, og hóast evnið í leikinum er dapurt, eru eisini absurdar og stuttligar senur í leikinum. - Tjóðpallur Føroya

 

Leikstjóri er Orest Pastukh og leikarar eru Sofía Nolsøe Mikkelsen, Kjartan Hansen, Súsanna Tórgarð, Hans Tórgarð og Bjørn Mouritzarson Mohr.

 

Hetta er fyrsti leikur hjá stjóranum Harald Rosenstrøm Thompson. Hann sigur at hann hevur valt júst hendan leikin, tí at hóast hetta er ein leikur um tíðina áðrenn 2. heimsbardaga, eru nógv viðurskifti, sum vit kenna aftur í dag - eitt útfordra fólkaræði og einaræði, bæði í USA og evropeiskum londum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 13. oktober
Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar
214693
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595