Liðskiparin: - Vit trýsta tær hart fyri steðgin

Liðskiparin: - Vit trýsta tær hart fyri steðgin
Tað er ongin skomm í at tapa fyri Montenegro, helt føroyski liðskiparin, sum kortini iðraði seg eitt sindur, tí tað annars eydnaðist at trýsta útiliðið fyri steðgin
18.10.2025 - 21:53

Lagið var frálíkt við Tjarnir, tá Føroyar og Montenegro fóru til hálvleiks. Støðan var javnleikur 14-14, og føroyingarnir fylgdu við krútsterka útiliðnum.

Eftir steðgin kom kortini stígur í. Tær svørtu lyftu sítt spæl í álopinum, og í verjuni sást nú greitt, hví júst verjan hjá Montenegro sigst vera millum tær bestu í Evropa.

Tí máttu Pernille Brandenborg og hinar hjá Føroyum taka til takkar við 32-26 tapi. 

 - Tað er eingin skomm at tapa fyri Montenegro. Tær eru góðar, men eg haldi kortini, at vit høvdu møguleikan. Vit trýsta tær væl í fyrra hálvleiki, men so fer luftin úr ballónini, segði føroyski liðskiparin, sum spældi sín 50. dyst fyri Føroyar.

 - Tær skrúva upp fyri kroppsliga partinum av verjuspælinum, og vit hava ilt við at skora. Vit fáa ikki flutt tær nóg nógv í 2. hálvleiki, og so eru tær tungar at dansa við, segði Pernille Brandenborg.

 

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. november
Reyðir kjálkar
216033
Týsdag 10. november
Ung lesa 2 - 1. partur
216206
Týsdag 10. november
Tekstur til tónleik: Salt
216132
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Týsdag 10. november
Breddin: Málið um Bakkafrost
216187
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Týsdag 10. november
Veðrið
216210
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096